Kontur

Hvørt tú hevur tørv á einari ella fleiri kontum, veldst um tín tørv og tíni ynski. Vilt tú hava eitt greitt yvirlit yvir tíni peningaligu viðurskifti í gerandisdegnum, er ein lønarkonta til dagligu útreiðslurnar og ein fíggjarkonta til føstu útreiðslurnar eitt gott val. 

Lønarkontuna kanst tú brúka til eitt nú mat, gávur og klæðir, meðan fíggjarkontan er góð til allar tær føstu útreiðslurnar. Les meira um ymisku konturnar, og set teg í samband við okkum, um tú ynskir at stovna eina kontu.

 

Spurningar og svar

Kann eg ringja til bankan og fáa upplýsingar um saldu á mínari kontu?
Nei, av trygdarávum hava vit broytt hesa mannagongd, og tískil ber ikki til at ringja til okkara og fáa upplýsingar um saldu. Í staðin vísa vit til sjálvgreiðslutænastur okkara: Netbankan, Netbankan sum app, Telefontænastuna og Boðtænastuna. Við hesum tænastum umframt kontuavriti og sjálvtøkum ber til at fáa upplýsingar um saldu o.a á ein tryggan og lættan hátt.
Hvussu stovni eg fasta flyting?

Tú hevur hesar møguleikar:

1. Netbankin: Innrita í Netbankan – trýst á Kontur og gjaldingar – vel Føst flyting.

2. Set teg í samband við okkum.

Hvussu stovni eg eina kontu?

Skalt tú stovna eina kontu, mást tú fyrst gerast kundi. Ring til okkara á 330 330 ella skriva til kundi@banknordik.fo. So hjálpa vit tær at stovna kontu.  

Hvar fái eg yvirlit yvir mínar gjaldsavtalur?
Tú hevur tveir møguleikar:

Í Netbankanum: Innrita í Netbankan – trýst á Gjaldskipan.

Set teg í samband við okkum.

Tosa við okkum

Fá meira at vita um tínar møguleikar