Tú røktar tínar íløgur

Tað eru fleiri møguleikar, um tú ynskir at røkta egnar íløgur.

At gera íløgur í virðisbrøv kann vera eitt áhugavert ískoyti til eina samansparingarkontu. Tínar íløgur kunnu verða settar saman av ymiskum íløgusløgum, ið hvør sær vekta ymiskt alt eftir tínum íløguprofili.

Ymiskir íløgumøguleikar
Tað eru fleiri møguleikar, um tú ynskir at røkta tínar egnu íløgur. Um tú brúka Netbankan til at keypa og selja virðisbrøv, sparir tú pengar, av tí at prísurin fyri at selja og keypa (kurtaga) er lægri í Netbankanum, enn um tín ráðgevi tekur sær av tí tína vegna.

Ymiskir íløgumøguleikar

Partabrøv

Váðin fyri tapi er avmarkaður til ta upphædd, sum tú hevur sett í, meðan tín møguleiki fyri vinningi er óavmarkaður.

Lánsbrøv

Tá ið tú keypir eitt lánsbræv, lænir tú viðkomandi, sum skrivar lánsbrøvini út, pengar.

Íløgufeløg

Serfrøðingar taka sær av tínum íløgum, og tú avmarkar váðan fyri tapi við at spjaða íløguna á fleiri virðisbrøv.

Mand, der sidder med en laptop

Handil í Netbankanum

Í Netbankanum kanst tú røkta og fylgja við tínum íløgum alt samdøgrið.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv