Vit røkta íløgurnar fyri teg

Kundi tú hugsað tær ein einfaldan máta at gera íløgur? So er OgnarRøkt møguliga rætta loysnin til tín. 

Ognarrøkt er ætlað tær, sum ynskir at gera íløgur, men sum samstundis vil sleppa undan at fylgja við á fíggjarmarknaðinum.

Tá okkara serfrøðingar taka sær av tínum íløgum, sleppur tú undan at taka støðu til, nær tú skalt gera íløgur í ávís virðisbrøv, ella nær tíðin er komin at gera broytingar í íløgusamansetingini.

Vit bjóða ymiskar møguleikar, sum sjálvandi taka støði í tínum ynskjum, tíðarkarmi og váðafýsni.

Persónlig OgnarRøkt

Okkara serfrøðingar røkta tína samansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit

Individuell Ognarrøkt

Skraddaraseymaðar loysnir til tín, sum hevur minst 5 mió. kr. í íløgufúsum kapitali.

NordikPensjónsRøkt

Okkara serfrøðingar røkta tína pensjónssamansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit

Skjøl og treytir

Fá yvirlit yvir viðkomandi skjøl og treytir.