Individuell OgnarRøkt

Individuell OgnarRøkt er ætlað einstaklingum, virkjum og stovnum, ið hava minst 5 mió. kr. í íløgufúsum kapitali. Endamálið við Individuellari OgnarRøkt er at tryggja íleggjarum eitt positivt avkast sum frá líður. Tænastan verður lagað eftir viðurskiftunum hjá hvørjum einstøkum íleggjara.

Serfrøðingar røkta íløgurnar

Í BankNordik hava vit hollan kunnleika og drúgvar royndir við umsiting av partabræva- og lánsbrævaíløgum umframt blandaðum virðisbrævasamansetingum. Hjá okkum hevur tað hægstu raðfesting at tryggja, at býtið millum partabrøv og lánsbrøv altíð er hitt rætta.

Eitt høgt góðskustøði og ein munadygg váðastýring eru grundarlag undir hesi tænastu, ið sum frá líður, skal tryggja tær sum íleggjara góð úrslit, sum ikki eru tengd at yvirskipaðu gongdini á marknaðinum.


Íløguætlan

BankNordik hevur eina langskygda íløgufilosofi, ið byggir á tryggan og støðugan virðisvøkstur. Allar avgerðir viðvíkjandi íløgum verða tiknar við støði í einstøkum metingum og greiningum. Tað tryggjar støðugar og langskygdar íløgur.

Fyrimunir fyri teg sum íleggjara

  • Skraddaraseymaðar loysnir til einstaklingar, virki og stovnar
  • Stórur dentur verður lagdur á munadygga váðastýring
  • Væl spjaddar íløgur minka um váðan og økja møguleikan fyri størri avkasti
  • Tíni dagligu bankaviðurskifti vera verandi hjá tínum ráðgeva
  • Daglig umsjón og røkt av tínum virðisbrøvum
  • Íløgusamanseting og frágreiðingar eftir tínum ynski

Set teg í samand við okkum, um tú ynskir at fáa meira at vita um Individuella OgnarRøkt.

Persónlig OgnarRøkt

Okkara serfrøðingar røkta tína samansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit

NordikPensjónsRøkt

Okkara serfrøðingar røkta tína pensjónssamansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit

Tú røktar íløgurnar

Fá meira at vita, um tú sjálv/ur vilt gera íløgur, t.d. í Netbankanum .

Íløgutíðindi

Við okkara tíðindatænastum ber til at fylgja við á íløguøkinum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv