Umleggingar í NordikPensjónsRøkt

22.06.2018
Virking av tøkupeningi – keyp av lánsbrøvum
Seinastu tíðina hava búskaparligu lyklatølini, serliga í Evropa, víst eina heldur neiliga gongd. Tá hetta verður samstilla við útlitini til heimsumfatandi handilskríggj við USA á odda, og við politisku óvissuna í Italia og Týsklandi, so leggja vit okkum eftir at hava eina javnvág í váðasamansetingini av virðisbrævaognunum. Av strategiskum ávum velja vit at uppviga lánsbrøv so partabrøv og lánsbrøv harvið javnviga - bæði viðvíkjandi stuttum og longum tíðarkarmi.

Orsakað av váðamyndini velja vit at keypa siðbundin, langtíðar donsk lánsbrøv, av tí at eitt hóttandi handilskríggj kann raka lánsbrævaflokkar við høgum váða. Seinastu fráboðanir frá ECB hava eisini varpað ljós á ætlanina við rentuhækkingum, og her sær evropiski miðbankin út til at vera meira afturhaldandi enn áður. Tað merkir at møguligar rentuhækkingar frá miðbankanum eru útsettar til í fyrsta lagi heysti í 2019, sum harvið styðjar uppundir tað núverandi lága rentustøðið.

Tøkupeningurin er brúktur til at keypa Bankinvest langtíðar donsk lánsbrøv og í einstøkum førum Bankinvest stutt donsk lánsbrøv.

22.06.2018
Søla av Usa Small Cap og keyp av USA Large Cap

Vøksturin í amerikanska búskapinum heldur fram á 10. ári, og stóri spurningurin er hvussu leingi hann heldur fram og nær afturgongdin avloysir framgongdina. Lyklatøl sum t.d. treystistal og smásøla vísa eina lítla afturgongd og amerikonsku renturnar eru hækkaðar seinastu mánaðirnar.

Lyftið hjá Trump um at ”Make Amerika Great Again” hevur havt eina stóra álitis øking til innlendska búskapin í USA við sær, og tað hevur við sær, at serliga Small Cap hevur víst stóra framgongd seinastu mánaðirnar. Skattalækkingar, lyfti um at gera íløgur í undirstøðukervi og útlit til fleiri arbeiðspláss hava ávirkað íleggjarar til at gera íløgur í minni fyritøkum í USA. Við seinastu kurshækkingunum sær virðisásetingin á minni partabrøvum dýr út, og tískil er ikki pláss fyri vónbrotum frá hvørki roknskapum ella Trump.

Tískil síggja vit størri virði í teimum størru amerikonsku partabrøvunum. Stórar fyritøkur hava aloftast altjóða eksponering, sum gevur teimum fyrimunir í skiftandi konjunkturum. Størru partabrøvini hava heldur ikki upplivað somu hækkingar sum vit hava sæð hjá smærri fyritøkunum sjálvt um fyritøkurnar hava víst høgan vinnuførleika.

Tískil velja vit at selja amerikonsk Small Cap partabrøv og keypa amerikonsk Large Cap partabrøv. Øll keyp eru gjørd í Bankinvest USA Large Cap partabrøvum.

28.02.2018
Tá januar mánaður var um at verða av, blivu alheims fíggjarmarknaðir raktir av lækkandi partabrævakursum og hækkandi rentum. Seinastu tíðina hava vit tó sæð, at kursurin á partabrøvum eru komnir fyri seg aftur, og tí velja vit nú at broyta váðan í røktaravtalunum. Vit hava tí valt at selja ein part av partabrøvunum til fyrimuns fyri tøkan pening. Fyri kundar, ið hava útlendsk partabrøv, hava vit minkað um partin í BankInvest Basis. Fyri kundar, ið hava donsk partabrøv, hava vit minkað um partin í BankInvest Danske aktier.

Ófriðurin á fíggjarmarknaðunum hevði sín uppruna í óttanum fyri hækkandi inflatión í USA og seinni rentuhækkingum, bæði í USA og í øðrum heimspørtum. Vit bíða eftir komandi lyklatølum, fyri at fáa eina betri heildarmynd av íløgugongdini, og fyri betur at kunna meta um virðisbrævaíløgur frameftir.

Vit vænta ikki, at váðabroytingin í røktaravtalunum verður drúgv, og tí varðveita vit vinningin av virðisbrøvunum sum tøkan pening.

BankNordik er framvegis av tí fatan, at tað loysir seg at gera íløgur í partabrøv, men av taktiskum orsøkum hava vit minkað um váðan, tí vit óttast, at ófriðurin kann kykna upp aftur.

04.12.2017

Enn meiri spjaðing av alheims partabrævaíløgum
Alheims búskapurin er í framgongd, og vit vænta at gongdin fer at halda fram. Í USA verður búskapurin stuðlaður av einum høgum brúks- og vinnu áliti, sum stavar frá høgum vøkstri av nýggjum størvum. Vit síggja smá tekin um lønarvøkstur, sum vil stuðla undir nýtsluna, eins og vit kunnu vænta økta nýtslu, um so er, at tað eydnast Trump forseta at íverkseta nógv umrødda skattalættan. I Evropa eru góðar umstøður fyri enn meira vøkstri, tí rentan er framvegis lág og framgongdin á arbeiðs- og bústaðarmarknaðinum, ið er til gangs fyri nýtsluna, heldur fram. Við valinum av Macron forseta hevur Frakland aftur funnið støðufesti, meðan Týskland stríðist við at skipa stjórn. Óvissan um avleiðingarnar av Brexit seta sín dám á marknaðin, og valið í Italia hevur ikki verið enn, men samanumtikið sær evropeiski búskapurin positivur út.

Sum marknaðarbúskapirnir eru í løtuni, vilja vit hava eina breiða spjaðing av alheims partabrøvum. Vit hava tí valt at spjatt íløgur okkara enn meir við at keypa Danske Invest Globale Indeks. Hendan íløga er samansett, so hon fylgir alheims partabrævavísitalinum MSCI World, og hevur tí eina íløgusamanseting sum er býtt á uml. 58% amerikansk partabrøv og restina á m.a. Evropa og Asia. Vit hava eisini hækkað partin av donskum partabrøvum við at keypa Bankinvest Danske Aktier, og fyri at tillaga íløgustrategiina hava vit samstundis selt ValueInvest Global Akk.

Keyp av Emerging Markets lánsbrøvum, og søla av Investment Grad lánsbrøvum fyri at tryggja vinning.
Emerging Markets londini (EM) hava stóra framgongd, sum m.a. sæst í lyklatølum fyri vinnulívið. Ein partur av framgongdini stavar eisini frá einum viknandi dollara, samstundis sum rávøruprísirnir eru hækkaðir seinastu mánaðirnar. Jaliga gongdin gevur okkum møguleika at keypa stat- og vinnulánsbrøv í hesum londum ígjøgnum Bankinvest Emerging Markets Obligationer. Møguleikin fyri avkasti í hesum virðisbrævabólki er hægri enn í Investment Grade vinnulánsbrøvini, og tí selja vit Bankinvest Virksomhedsobligationer Investment Grade. Sølan av hesum bólki er framd áðrenn ECB minkar um uppkeypsprogrammið, sum eitt nú fer at ávirka evropeisk vinnulánsbrøv negativt. Fyri Emerging Markets íløgufelagið er galdandi at lánsbrævaíløgurnar eru gjaldoyratryggjaðar, so at sveiggj í gjaldoyraprísunum ikki ávirka avkastið. Felagið er samansett av uml. 50% statslánsbrøvum og 50% vinnilánsbrøvum. Samanumtikið er kreditváðin hægri fyri Emerging Markets lánsbrøv, men váðatalið broytist ikki. Bankinvest Emerging Markets Obligationer hevur eitt váðatal á 3, sum er tað sama sum sølan á Virksomhedsobligationer IG hevði.

Handlarnir eru gjørdir 21. november 2017.

18.10.2017
I summar valdu vit at minka eitt sindur um váðan í røktaravtalunum við at selja ein lítlan part av partabrøvum okkara.

Hetta gjørdu vit av fleiri orsøkum. Óvissan í sambandi við at stóru tjóðbankarnir, FED og ECB, møguliga fóru at minka um uppkeypini av lánsbrøvum, manglandi politisk avrik frá Donald Trump og útlit fyri tunnligum virðisbrævahandli í summar, vóru nakrar av orsøkunum.

Tríggjar mánaðir seinni kunnu vit staðfesta, at marknaðurin ikki hevur reagera negativt av hesum orsøkum, og leiðandi fíggjarligu vísitølini sýna framvegis á framgongd.

Amerikanski Tjóðbankin, FED fer at minka um peningamongdina, og seinni í ár væntast ECB at fráboða, at Evropa leingir uppkeypini, men minkar um upphæddina fyri komandi ár. Hetta væntast ikki at ávirka marknaðin stórvegis. Trumpumsitingin hevur boðað frá stórum skattalættum, men vit hava enn ikki fingið at vita, hvussu teir skulu fíggjast, so politiska stríðið og óvissan halda á fram.

Nýtt roknskaparár er so smátt byrjað, og fyritøkurnar síggja út til framvegis at tjena pengar, og tí kunnu vit rokna við positivum partabrævakursum næstu mánaðirnar.

Vit vænta, at positivi íløguhugurin heldur á fram. Vandi er tó í hvørjari vælferð, og soleiðis er eisini í marknaðinum, men í løtuni benda øll vísitøl og útlit á eina góða gongd. Marknaðurin tykist eisini at kenna seg tryggan við útsøgnirnar frá FED og ECB, og politisku spenningarnar ímillum Norðurkorea og Trump tykjast enn ikki at hava ávirkað búskaparframgongdina.

Grundað á hetta hava vit afturkeypt partabrøvini í røktaravtalunum. Tað er gjørt við at keypa í verandi íløgufeløgum við altjóða partabrøvum, og fyri at fíggja keypið, hava vit selt lánsbrøv.

Allir handlarnir eru gjørdir fríggjadagin hin 13. oktober 2017

24.07.2017
Fyri at standa ímóti væntandi stórum sveiggjum á partabrævamarknaðinum seinni í summar, hava vit valt at minka um partabrævaváðan.

Vit gera tað nú, tí vit hava havt eitt tíðarskeið við positivum partabrævamarknaðum og søguliga lágum sveiggjum. Seinastu mánaðirnar er amerikanski dollarin lækkaður, og hevur tí máa burtur partabrævavinningin, meðan evropeisku partabrøvini hava klárað seg óvanliga væl fyrra hálvár. Almannakunngjørdu roknskapirnir vísa, at virkini hava havt høgan inntøkuvøkstur, men vánirnar eru framvegis høgar, og tí skulu ikki nógv vónbrot til, fyri at kursirnir aftur kunnu lækka. Komandi tíðina verður hugt nógv eftir tjóðbankunum og rentupolitikki teirra, og hvørja ávirkan ein líðandi tilaðing av rentuni fer at hava. Hetta kann viðføra ótta fyri ávísar partar av partabrævamarknaðinum.
Vit hava tí selt ein lítlan part av partabrøvum og keypt long lánsbrøv fyri vinningin. Grundleggjandi er framvegis altjóða vøkstur at hóma.
Vit halda framvegis, at tað loysir seg at keypa partabrøv, men av taktiskum ávum gera vit hesa broyting tí tað eru útlit fyri høgum sveiggjum næstu mánaðirnar 

30.01.2017

Vit keypa fleiri partabrøv og hækka tilmæli, tá fíggjarligu vísitølini benda á meiri vøkstur. Vit lækka lánsbrøvini, tí vandi er fyri hækkandi rentum.
Altjóða partabrøv hava fingið eina góða ársbyrjan. Seinastu leiðandi fíggjarligu vísitølini vísa eina positiva mynd av øllum teimum stóru búskapunum í heiminum. Samstundis eru bæði nýtsluálit og virkisálit á søguliga høgum støði. Eisini í Stórabretlandi síggja vit positiv tekin, sjálvt um tað eru nógvar óvissur í sambandi við Brexit. Fíggjarligu lyklatølini eru í løtuni so mikið positiv, at tað skapar grundarlag fyri at keypa fleiri partabrøv.

Altjóða búskapurin verður ofta samanborin við eitt stórt bingjuskip á opnum havi. Nú er kósin sett, og sjálvt um óvissan um kósina er stór, so vænta vit ikki, at skútan í næstum snarar í eina heilt nýggja kós. Partabrævamarknaðurin hevur heilsað Trump vælkomnum, og tað væntast, at hann fer at stimbra amerikanska búskapin enn meira. Tað er greitt, at óvissan er stór í sambandi við tey fíggjarligu verjutiltøk, ið Trump ætlar at seta í verk, samstundis sum fleiri val eru fyri framman í Evropa, ið eisini kunnu skapa órógv á marknaðirnar. Altjóða fíggjarligi framburðurin er tó so sterkur, at vit velja at keypa fleiri partabrøv til íløgukundar okkara.

Samstundis hava vit selt ein part av lánsbrøvum kundans. Vit minka um lánsbrævapartin, tí vit rokna við fleiri rentuhækkingum, sum mest fara at stava frá búskaparligari framgongd og prísvøkstri. Vit vænta tó ikki ógvusligar rentuhækkingar, og meta tí framvegis lánsbrøv at vera ein týdningarmiklan part av íløgusamansetingini, men broyta kortini samansetingina til fleiri partabrøv enn lánsbrøv.

Broytingarnar í virðisbrævagoymslunum eru framdar.

16.12.2016

Minking av donskum partabrøvum til fyrimuns fyri alheims partabrøv og brúk av tøkum peningi til fyrimuns fyri donsk lánsbrøv.
Eftir óvæntaða úrslitið av amerikanska forsetavalinum hava alheims fíggjarmarknaðir verið merktir av bjartskygni við vaksandi partabrævakursum og rentum. Jaliga gongdin kemst av vónunum um, at Trump fer at lækka skattin og gera íløgur í bæði undirstøðukervi og hervaldið. Tá og um hetta verður sett í verk, samstundis sum fleiri størv verða skapt og arbeiðsloysið er lágt, kann tað seta ferð á vøksturin og inflatiónina.

Gongdin sæst aftur í Evropa og tí eisini í Danmark. Vit halda tí, at tað er hóskandi at økja um donsk realkredittlánsbrøv, nú rentustøðini eru hækkað upp á eitt áhugavert støði. Vit síggja ein góðan møguleika í einum tíðarskeiði merkt av stabiliteti og enntá við møguleika fyri einum minni rentufalli komandi mánaðirnar. Sum frá líður vænta vit framhaldandi eina minni rentuhækkan, men ferðin fer at vera hóvlig.

Grundað á útlitini fyri 2017 velja vit at økja um alheims partabrøv, samstundis sum vit minka um váðan á donskum partabrøvum. Vit halda tó fast við samlaða partin av partabrøvum. Tann danski partabrævamarknaðurin hevur í nógv ár verið millum teir bestu í heiminum, men vakstrarútlitini fyri donsk partabrøv eru nú meiri hóvlig enn tey hava verið.

Broytingar eru gjørdar í núverandi goymslum, og ongar nýggjar fondskotur er keyptar inn. Allir handlar eru gjørdir tann 14/12 2016.

04.11.2016

Søla av Bankinvest Virksomhedsobligationer High Yeld
Týsdagin 8. november skal amerikanska fólkið gera av, hvørt tey velja Donald Trump ella Hillary Clinton sum næsta forseta. Í løtuni benda veljarakanningar á, at tað verður tætt millum bæði valevnini. Clinton sær tó út til at fara við sigrinum. Fyrr í ár sóu vit, hvussu skeivar veljarakanningarnar kunnu vera, tá ið alt bendi á, at Stórabretland fór at verða verandi í ES. Her vórðu øll tikin á bóli, tí tá ið avtornaði, valdi meirilutin at fara úr ES. Sama støða kann hugsast í USA, sum fær okkum at binda um heilan fingur.

Vinnur Donald Trump valið, verða búskaparligu fylgjurnar sera ótryggar. Við útsagnum um at skatta innfluting úr Kina og um at strika handilsavtalur, kunnu vit vænta, at positiva búskaparliga gongdin fer at venda. Tað kann hugsast, at váðagjaldið hækkar, sum eisini hevur kurslækkingar við sær.

Fyri at minka um váðan hjá kundum okkara hava vit valt at selja amerikonsk virkislánsbrøv High Yeld. Hesin virðisbrævabólkur hevur notið væl av búskaparligu framgongdini, og vit vilja tí tryggja okkum vinningin.

Vinnur Hillary Clinton valið, væntast skjótt ró á marknaðinum aftur. Verður tað endaliga úrslitið, fara vit av nýggjum at meta um, hvussu pengarnar best kunnu enduríleggjast.

19.10.2016

Søla av Nykredit Invest Danske Aktier Akkumulerende og keyp av Bankinvest Danske Aktier Akkumulerende
BankNordik hevur selt Nykredit Invest Danske Aktier Akkumulerende úr virðisbrævagoymslunum, ið henda íløgan hevur verið partur av. Fyri ágóðan hava vit keypt íløguprógvið Bankinvest Danske Aktier Akkumulerende. Talan er ikki um nakra broyting millum býti av partabrøvum og lánsbrøvum, men eina broyting av ognarrøktara.

Søla av Nykredit Invest Danske Aktier Akkumulerende
Nykredit Invest hevur havt góð úrslit. Í ognarrøktini hava vit verið glað fyri hetta ískoytið til hinar ognarrøktararnar, sum vit brúka. Frameftir ynskja vit tó at hava eina meiri miðvísa íløguætlan fyri donsk partabrøv, tí vit meta, at hetta er optimalt í núverandi støðu.

Keyp av Bankinvest Danske Aktier Akkumulerende
Tey seinastu árini hevur danski partabrævamarknaðurin verið ein av heimsins bestu. Danskar fyritøkur hava eina altjóða vangamynd, dugnaligar leiðslur, væl útbúgvin og nýskapandi starvsfólk, og virðismetingin av partabrævamarknaðinum er framvegis lokkandi. Tí ynskja vit at gera íløgur á danska partabrævamarknaðinum, og til hetta endamálið ynskja vit altíð at brúkta teir bestu ognarrøktararnar. Bankinvest er ein góður samstarvsfelagi, og vit hava stórt álit á teirra arbeiðshátti. Gjøgnum Bankinvest Danske Aktier fáa vit ein reyðan tráð í okkara íløguheimi, sum er til gagns fyri kundar okkara.

27.09.2016

Keyp av Bankinvest virkislánsbrøvum IG til útvaldar kundar
Tá ið rentustøðið á lánsbrævamarknaðinum sum heild verður trýst longur og longur niður, royna vit at finna virðisbrøv, sum á besta hátt kunnu klára trýstið.

Vit hava tí keypt Evropisk Investment Grade lánsbrøv (eisini kallað IG). Hesin lánsbrævaflokkur er, sum so nógv onnur lánsbrøv, tætt við lægstu rentu nakrantíð. Vit síggja møguleikar við IG, tá ið kreditkostnaðurin, t.v.s. meirrentan samanborið við statslánsbrævamarknaðin, ikki er lækkað serliga nógv seinastu árini. Hetta ger, at vit vænta eitt positivt avkast. Harumframt verður marknaðurin stuðlaður av ECB, ið keypir hesi lánsbrøv sum part av núverandi stuðulsskipan.

Tað eru útlit til, at ECB heldur á við stuðulsskipanini í eina rúma tíð enn, bæði hvat viðvíkur stats- og virkislánsbrøvum. Tí heldur BankNordik, at tað loysir seg at keypa virðisbrævaslagið virkislánsbrøv IG. Keypið væntast lítla og onga ávirkan hava á váðan, og við hesi broyting fær virðisbrævagoymslan eisini eina størri váðaspjaðing.

BankInvest virkislánsbrøv IG hevur verið til síðani 2003 og øll árini leidd av sama fyrisitara. Vit hava tí fult álit á fyrisitingargongdini og kenna væl felagið.

06.10.2015

Søla av Sydinvest Højrentelande Mix og keyp av BankInvest Virksomhedsobligationer High Yield.
BankNordik hevur selt Sydinvest Højrentelande Mix úr goymslunum. Fyri søluupphæddina eru ístaðin BankInvest Virksomhedsobligationer High Yield keyptar.

BankNordik metir framvegis vanda vera fyri, at óvissan á marknaðinum fer at halda fram. Óttin fyri einari afturgongd í kinesiska vøkstrinum hevur merkt fíggjarmarknaðin seinastu tíðina. Avleiðingarnar av einari møguligari rentuhækking í USA á kinesiska búskapin eru framvegis óvissar.

Hinvegin eru jaligar ábendingar frá Evropa, har lyklatølini vísa ein hóvligan sjálvberandi vøkstur við sera lágari inflasjón. Órógvin ber tó við sær, at vit hava selt Sydinvest Højrentelande Mix og gera íløgur í BankInvest Virksomhedsobligationer High Yield fyri meginpartin av søluupphæddini.

Vit eru ivingarsom hvat víðvíkur útlitunum fyri búskaparvøkstri í menningarlondunum. Hesi lond hava verið merkt av lækkandi rávøruprísum umframt viknandi gjaldoyra. Við útliti til amerikanska rentuhækking er vandi fyri, at londini koma undir uppaftur størri trýst. Samanumtikið merkir hetta, at vit hava tikið avgerð um at minka um lánsbrævaváðan móti hesum londum.

09.06.2015

Umlegging innan partabrævapartin
BankNordik hevur lagt partabrævapartin um við sølu av SEB Invest Danske Aktier Akkumulerende. Ístaðin hevur bankin keypt Bankinvest Danmark Akkumulerende.

BankNordik hevur drúgvan og djúptøknan kunnleika til umsitaran av BankInvest Danmark. Tað merkir, at vit hava beinleiðis atgongd til tætt samband við umsitaran, og sostatt verður BankInvest Danmark tikið framum onnur íløgufeløg, tá BankNordik ger íløgur í donsk partabrøv.

Orsakað av føroysku skattareglunum hevur tað higartil ikki altíð verið gjørligt at brúkt umsitaran av BankInvest Danmark til at gera íløgur í donsk partabrøv. Hesin møguleikin er nú til staðar, nú BankInvest er farið at bjóða eitt akkumulerandi íløgupróv.

Síðstu 6-7 árini hevur Bankinvest Danmark givið eitt betri avkast samanborið við sítt vísital. Seinastu 3 árini hevur avkastið í miðal verið betri enn hjá SEB Invest Danske Aktier Akk. og havt lægri váða. Góða gongdin heldur fram í 2015, og avkastið er rokkið við einum varligum váðaprofili, sum hevur verið á einum áhaldandi lágum stigi.

08.05.2015

Fyribils lækking í partabrævapartinum
BankNordik metir, at óvissan innan fíggjarmarknaðin er hækkað seinastu tíðina, serliga hvat partabrævamarknaðinum viðvíkur. Bankin metir, at sannlíkindi eru fyri einari afturgongd á partabrævamarknaðinum komandi tíðina. Tískil mælir BankNordik til at lækka yvirvektina av partabrøvum, sum hevur verið galdandi seinastu mánaðirnar. Søluna av hesari umleggingini mælir bankin kundum til at lata standa á kontu til støðan á fíggjarmarknaðinum er batnað.

Tað er umráðandi at viðmerkja, at bankin framvegis varðveitir sítt langtíðartilmæli um at hava eina yvirvekt av partabrøvum. Partabrøv eru framvegis tey virðisbrøv, ið geva tað hægst væntaða avkastið. Og so leingi fyritøkurnar hava yvirskot og gjalda vinningsbýti, eru partabrøvini meira áhugaverd enn lánsbrøv. Hetta er serliga galdandi við lága rentustøðinum í vesturheiminum.

Lækking av donskum partabrøvum innan partabrævapartin

BankNordik hevur lækkað partabrævapartin í goymslunum. Lækkingin er serliga framd við at selja av donskum partabrøvum, og sølan er sett á kontu. Orsøkin stendur omanfyri. Ágóðin av søluni verður brúktur, tá bankin metir, at marknaðarstøðan er batnað viðvíkjandi váðanum.

28.05.2014

BankNordik velur at lækka innistandandi og umleggja Sparinvest Lange obligationer við Bankinvest Lange Danske obligationer
Yvirvekta partabrøv við at gera íløgur fyri innistandandi á kontum

Tilmælið hjá BankNordik til núverandi samanseting av virðisbrøvum, umframt strategiska tíðarskeiðið (1 ár), er at yvirvekta partabrøv í goymslunum. Yvirvektin er í mun til neutrala partin av partabrøvum. Tað eru væntanirnar hjá BankNordik til fíggjarmarknaðin, sum avgerða samansetingina.

Hendan avgerðin ger, at bankin hækkar partabrævapartin hjá teimum kundum, sum hava pening standandi á kontu.

Serliga partabrævaparturin av útlendskum partabrøvum hækkar. Teir kundar, sum ikki kunnu hava íløgur í útlendskum partabrøvum, hækka teirra íløgur í donsk partabrøv.

Umlegging av longum lánsbrøvum innan lánsbrævastrategiina

BankNordik hevur valt at selja íløguprógvið Sparinvest Lange Obligationer og síðan keypa íløguprógvið Bankinvest Lange Danske Obligationer.

Íløguprógvini hava 3 stjørnur hjá Morningstar og hava gjørt íløgur fyri uml. 3,8 mio. kr.

Orsøkin til umleggingina er serliga avkastið, umframt núverandi effektiva rentan og kursváðin. Kursváðin hjá Sparinvest er 7,11 við einari effektivari rentu undir 2%, meðan Bankinvest hevur ein lægri kursváða á 5,2 og eina effektiva rentu á 2,5%.

BankNordik væntar at rentustøðið fer at hækka og tí velur bankin at lækka um kursváðan á avtalunum, samstundis væntar bankin eitt betri avkast.

18.09.2013

BankNordik selur Valueinvest Global og keypir BankInvest Europa og BankInvest Pensions Basis fyri seldu upphæddina.
Valueinvest Global hevur havt umleið 20% í avkasti higartil í ár. Orsakað av at íløgusamansetingin í íløgufelagnum ikki endurspeglar væntanirnar hjá BankNordiks til heimsbúskapin, velur bankin at taka vinningin av íløguni. BankNordik væntar framhaldandi búskaparvøkstur í USA. Eisini í Evropa væntast aftur búskaparligur vøkstur eftir afturgongd í hálvtannað ár. Gongdin í Asia er meira tengd at Kina, har bankin væntar ein búskaparvøkstur á umleið 7 – 7,5% um árið.

Góða búskapargongdin seinastu tíðina ger tað tí meira áhugavert at gera íløgur í vakstrarpartabrøv heldur enn valuepartabrøv. Íløgusamansetingin hjá BankInvest Pension Basis hevur 50% váða í Norðuramerika og umleið 35% í Evropa. Tað er okkara meting at amerikanski búskapurin fer at hækka, m.a. tí at privata nýtslan í USA er hækkandi. Hækkandi partabrævakursir og húsaprísir hava eina jaliga ávirkan á nýtsluna.

BankInvest Europæiski Aktier hevur størsta váða í Sveis, Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi. Fleiri av londunum í Evropa hava framt búskaparlig og politisk tiltøk, sum vit meta koma at hava eina jaliga ávirkan á búskapin. Tá evropiski búskapurin endaliga er komin burtur úr longu afturgongdini, síggja vit møguleikar har og økja tí okkara váða. Serliga í Norðevropa eru tekin um at fyritøkur hava tillaga seg broyttu fortreytirnar, ið fíggjarkreppan hevur viðført. Hetta gevur góðar møguleikar fyri hækkandi úrslitum í einum búskaparligum umhvørvi, har álit og eftirspurningur eru hækkandi.

19.03.2013

BankNordik hevur gjørt av at selja Danske Invest Nye Markeder Obligationer og í staðin keypa Bankinvest Højrentelande Lokalvaluta.
Danske Invest Nye Markeder hevur ikki samsvarað væntanum okkara, og 2013 hevur verið eitt serliga slakt ár. Tað eru heldur ikki góð líkindi fyri, at íløgufelagið í næstum kann veita okkum eitt meiravkast í mun til benchmark. Framtíðarrøkin av felagnum er eisini sera ivasom, tí er samlaða váðamyndin ikki í samsvari við okkara íløguætlan. Henda umleggingin broytir ikki marknaðarváðan. Statslánsbrøv telja d.d. umleið 92% av samlaðu íløguni hjá Bankinvest Højrentelande Lokalvaluta

19.03.2013

BankNordik hevur gjørt av at selja Danskeinvest Nye Markeder og í staðin keypa Bankinvest Pension Europæiske Aktier.
Høvuðsorsøkin til umleggingina er lakari búskaparvøkstur í Asia - serliga Kina - og lækkandi rávørumarknaður. Síðstu nógvu tølini fyri samlaða evropiska búskapin benda á, at “botnurin er rokkin”. Frameftir kunnu vit tí vænta búskaparvøkstur í Evropa. Hettar styðjar uppundir umleggingina.

Sjálvt um umleggingin er framd, so er tað framvegis møguligt at gongdin í Asia hevur eina jaliga ávirkan á avkastið á Bankinvest Pension Europæiske Aktier, tí fleiri av teimum størstu fyritøkunum í Evropa selja sínar vørur til Asia.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv