Persónlig OgnarRøkt

Persónlig OgnarRøkt frá BankNordik er til tín, sum vil økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing. Tú fært allar fyrimunirnar av at seta tína samansparing í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.

4 fyrimunir við Persónligari OgnarRøkt

  1. Økir møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing
  2. Verður lagað eftir tær og tínum íløguprofili
  3. Okkara serfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur
  4. Tú hevur altíð yvirlit

Stutt um Persónliga OgnarRøkt

Okkara serfrøðingar seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, uttan at tær nýtist at gera nakað. Saman við tær finna vit íløguprofilin, ið hóskar til tín.


Váði

Við møguleikanum fyri størri avkasti økist váðin samsvarandi. Tí er tað umráðandi, at tín íløguprofilur er sambæriligur við títt váðafýsni og tíni ynski um tíðarkarm.

Yvirlit í Netbankanum

Lægsta upphædd fyri at stovna Persónliga OgnarRøkt er 50.000 krónur. Við Netbankanum hevur tú altíð yvirlit yvir tína samansparing - tað gevur tryggleika og gjøgnumskygni. Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at fáa meira at vita um Persónliga OgnarRøkt.

 

Mand med laptop, der taler i mobil

Tú røktar íløgurnar

Fá meira at vita, um tú sjálv/ur vilt gera íløgur, t.d. í Netbankanum.

NordikPensjóns Røkt

Okkara serfrøðingar røkta tína pensjónssamansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit

Individuell Ognarrøkt

Skraddaraseymaðar loysnir til tín, sum hevur minst 5 mió. kr. í íløgufúsum kapitali.

Aðrir íløgumøguleikar

Les meira um futures, swaps, optiónir. o.a.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv