Ansa eftir kortinum

Svikarar finna í heilum uppá nýggjar mátar at royna at stjala ella avrita bæði kort og pin-kotur. Tí er tað umráðandi, at tú altíð ansar væl eftir bæði korti og pin-kotu. Her fært tú nøkur góð og einføld ráð um kort.

Soleiðis kanst tú fyribyrgja

  • Halt fyri við hondini, so onnur ikki síggja, tá tú trýstir tína pin-kotu í einum terminali ella einari sjálvtøku. 
  • Hygg eftir sjálvtøkuni og samanber hana við aðrar sjálvtøkur. Er nøkur útgerð á sjálvtøkuni, ið ikki sær út til at vera ein upprunalutur? So nýt eina aðra sjálvtøku.

Fylg við flytingum

Tað er týdningarmikið at fylgja við í flytingunum, sum henda á tíni kontu, soleiðis at tú varnast tað, um kortið verður misbrúkt. Um tú teknar teg til Boðtænastuna, kanst tú fáa boð, tá flytingar henda á tínari kontu. Eru flytingar, ið tú ikki kennir aftur, set teg so í samband við okkum beinanvegin.

Tá tú keypir við korti á netinum

Tá tú keypir í einum nethandli, ið hevur skrásett seg við trygdarloysnini Verified by Visa ella Mastercard Secure Code, verður tú biðin um at stovna eina Verified by Visa-kotu ella Mastercard SecureCode og at skráseta eitt fartelefonnummar til títt altjóða gjaldskort.

Síðan fært tú eini sms-boð við eini einnýtiskotu, hvørja ferð tú keypir í einum internethandli við kortinum, ið er meldað til Verified by Visa ella Mastercard Secure Code. Fyri at keypið skal ganga ígjøgnum, skalt tú skráseta einnýtiskotuna á heimasíðuni, ið tú keypir frá.

Loysnin er brúkaravinarlig, tí tú sleppur undan at minnast eina sjálvvalda kotu, sum fyrr var ein partur av trygdarloysnini. Í staðin fært tú eitt sms, sum ger tað skjótt og lætt at trýsta kotuna.

Les meira um trygdarloysnina hjá Nets

Ansa væl eftir loynitalinum

Skriva ongantíð loynitalið niður. Um tú ikki minnist títt loynital, kanst tú nýta ein minnislepa. 

Fyll út minnislepa til loynitalið

Les meira

Visa/Dankort

Eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann brúkast kring allan heim.

Mastercard

Mastercard er eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv