Ferðast við korti

Flestu føroyingar hava gjaldskort við sær á uttanlandsferðir - tað er lætt og ómakaleyst. Her eru nøkur góð kortráð til tín, sum skalt ferðast.

Tvey kort við at ferðast

Tað er eitt gott hugskot at hava meira enn eitt gjaldskort við, tá tú fert uttanlands. So kanst tú kenna teg tryggari, um annað kortið verður burtur ella gerst óvirkið á ferðini. Skalt tú leiga bil, er tað skilagott at hava eitt kredittkort við, tí bilaútleigarar krevja ofta, at goldið verður við kredittkorti.

Sjálvtøkur

Tú eigur at hava í huga, at gjald verður tikið, hvørja ferð tú tekur pening út í sjálvtøkum uttanlands. Sostatt er skilagott at taka størri upphæddir út í sjálvtøkuni, so sleppast kann undan óneyðuga nógvum gjøldum. Tað er eisini eitt gott hugskot at rinda við gjaldskorti á matstovu og í handlum, heldur enn at taka pening út í sjálvtøku til endamálið. Tað er ókeypis at rinda við gjaldskorti, men ómaksgjald verður viðhvørt tikið fyri útlendsk kort.

Nýtsluhámørk

Øll gjaldskort hava ymsar avmarkingar, og hámark kann vera fyri, hvussu nógvan pening tú kanst nýta av kortinum í ymisk ásett tíðarskeið. Av trygdarávum hava Visa/Dankort eitt nú nýtsluhámark á 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar. Fer nýtslan longur upp, verður kortið sperrað.

Ansa væl eftir gjaldskortinum

Halt altíð eyga við gjaldskortinum og lat ikki tænarar ella onnur fara avstað við kortinum, soleiðis at tú missir tað úr eygsjón. Lat ikki kortið liggja frammi, so onnur kunnu fáa fatur á kortnummarinum. Goym ongantíð fleiri gjaldskort á sama staði og lat ikki pin-kotuna liggja saman við kortinum. Fá fleiri góð ráð, til hvussu tú ansar eftir gjaldskortinum, her.

Kanna nýtsluhámørkini

Áðrenn fráferð mæla vit til, at tú kunnar teg um, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri títt gjaldskort. Kortið kann hava eitt ásett nýtsluhámark, gjald kann verða tikið fyri úttøku av peningi o.s.fr. Nøkur kort bjóða eisini ymsar eyka tænastur sum m.a. tryggingar, ið kunnu vera hentar at hava.

Sperra kortið

Skuldi tú verið óheppin at mist kortið burtur á ferðini, eigur tú at sperra kortið beinanvegin. Les meira um hvussu tú sperrar kortið her.

Hav Netbankan við á ferð

Við Netbankanum á fartelefonini, Netbankanum sum app ella Netbankanum til tablet hevur tú altíð Netbankan við hondina. Halt eyga við salduni, ger flytingar o.a., og varðveit soleiðis yvirlitið yvir peninganýtsluna, meðan tú ert uttanlands.

Bílegg gjaldoyra

Tað er eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við á ferðini.

Føroyskir pengar kontant

Drykkjupeningur

Siðvenjan í mun til drykkupening er ymisk í ymisku londunum.

Bílegg kort

Minst til at bíleggja kortið í góðari tíð. Tað kann taka 3 vikur, áðrenn tú fært kortið við postinum.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv