Drykkjupeningur

Hvussu nógvan drykkjupening skalt tú lata á matstovuni, í hýruvogninum ella á gistingarhúsinum? Tað er rættiliga ymiskt, hvat verður væntað í ymisku londunum, og her á síðuni fært tú hjálp til uttanlandsferðina.

Ferðamannaskip

Á nógvum ferðamannaskipum er drykkjupeningur kravdur og roknaður uppí prísin. Drykkjupeningurin verður sjálvvirkandi kravdur, antin tá ið ferðin byrjar ella endar. Talan er vanliga um 6-15 USD um dagin. Heldur tú teg hava fingið eina serliga góða tænastu frá einum starvsfólki umborð, kanst tú lata viðkomandi drykkjupening beinleiðis.


Kann vera partur av rokningini

Nógvastaðni, og serliga í Evropa, er vanligt, at drykkjupeningurin longu er roknaður uppí, tá tú fært rokningina. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at kanna, um tað stendur ’Service Charge’ á rokningini, soleiðis at tú ikki rindar dupult. Í summum londum verður eyka drykkjupeningur tó væntaður afturat rokningini.

Ymiskar mentanir

Ymisku mentanirnar í heiminum síggjast eisini aftur í mátanum, sum drykkjupeningur verður latin. Nógvastaðni í Asia, m.a. í Kina, Japan og Singapore, er tað ikki ein partur av mentanini at lata drykkjupening, og í ávísum førum kann tað beinleiðis vera illa dámt.

Vit hava bólkað londini í heimspartar, soleiðis at tú lættliga kanst finna upplýsingar um tað landið, tú skalt ferðast til. 

Góð ráð

Afrika

Fá meira at vita um drykkjupening í Afrika.

Góð ráð

Asia

Fá meira at vita um drykkjupening í Asia.

Góð ráð

Evropa

Fá meira at vita um drykkjupening í Evropa

Føroyskir pengar kontant

Góð ráð

Norðuramerika

Fá meira at vita um drykkupening í Norðuramerika.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv