Drykkjupeningur í Norðuramerika

Kuba

  • Tænari: 5-10 %, tað veldst um, hvørt tænastugjaldið er talt uppí rokningina.
  • Stovugenta: 1 CUC fyri hvønn persón um dagin.
  • Hýruvognur: Einki.

Dominikalýðveldið

  • Tænari: 1 USD, tá tað er sjálvtøkuborð og eitt sindur meira á matstovum, har borðreitt verður.
  • Stovugenta: 1-2 USD um dagin fyri hvønn persón.
  • Hýruvognur: Einki – tað er longu við í prísinum.

Meksiko

  • Tænari: 10-15 %, um tað ikki er við í rokningini. Nógvastaðni hava tey tikið drykkjupengamentanina úr USA til sín og vænta sostatt 15 %.
  • Stovugenta: Uml. 1 USD um dagin fyri hvørt hotellkamar.
  • Hýruvognur: Runda upp.

USA

  • Í USA er drykkjupeningur ein stórur partur av lønini hjá starvsfólkunum, og tí er tað illa dámt, um tú letur minni enn 15 % - um tað ikki longu er íroknað.
  • Tænari: 15-20 %, um tað ikki longu er íroknað.
  • Stovugenta: 2-3 USD og upp til 5 USD á luksus-gistingarhúsum.
  • Hýruvognur: 10-15 %.

Bílegg gjaldoyra

Tað er eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við á ferðini.

Føroyskir pengar kontant

Drykkjupeningur

Siðvenjan í mun til drykkupening er ymisk í ymisku londunum.

Kvinde ved computer på kontor med headset

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Fá meira at vita um tínar møguleikar