Myndakort

Vilt tú hava eitt gjaldskort, sum ikki er líka sum nakað annað kort í heiminum? Í BankNordik hevur tú møguleikan at sniðgeva títt egna kort við einari mynd, sum sigur nakað serstakt um, hvør tú ert. Tú velur sjálv/ur myndina, sum skal prýða kortið.

Tvey kort í at velja

Tú kanst velja at fáa myndakort antin sum VISA/Dankort ella sum Mastercard Debit Standard. Umframt vanligu ásetingarnar fyri gjaldskort eru nakrar serstakar treytir fyri myndakort.

Fá júst tað kortið, tú ynskir tær

Tað einasta, tú skalt gera, er at velja eina mynd. Tað kann vera ein mynd av familju, vinum, hundinum, tínum ítróttarliði ella onkrum heilt øðrum. Tú kanst eisini velja eina av mongu myndunum, sum longu liggja á bíleggingarskipanini - tað eru nógvir møguleikar og tú ræður.

Treytir

BankNordik ger av, um tann innsenda myndin kann góðtakast. Ávísar treytir viðvíkjandi myndatilfari o.ø. skulu haldast:

  • Búmerkið hjá BankNordik skal verða týðuliga sjónligt á kortinum. BankNordik tilskilar sær rættin til at avvísa umsóknir um myndakort, um búmerkið ikki sæst nóg væl.

  • Myndaformatið skal vera jpeg, tiff ella png og støddin skal vera 1020 x 640 pixlar. Myndin má ikki fylla meira enn 3 MB.

Dømi um myndir og tekst, ið ikki verða góðtikin

  • Búmerki ella vørumerki hjá fyritøkum, ella tekstir og myndir, ið vísa til felagsskapir, vørumerki og ítróttarfeløg.

  • Slagorð, nøvn ella ímyndir, sum kunnu minna um fyritøkur, og myndir, sum eru vardar av upphavsrætti.

  • Myndir av persónum krevja loyvi frá persóninum ella næsta avvarðandi. BanklNordik gongur út frá, at slíkt loyvi fyriliggur, men BankNordik kann til eina og hvørja tíð krevja at fáa skrivlig loyvi.

  • Figurar úr teknirøðum ella skemtitekningar og olympisk búmerki og líknandi

  • Pengaseðlar, telefonnummur, teldupost- og heimasíðuadressur.

  • Metalliskur bakgrundslitur og myndir, ið kunnu órógva trygdarmerkið á kortinum

  • Átrúnaðarligar útsagnir, felagsskapir ella flokkar. Politiskar útsagnir, ímyndir, ið eru rasistiskar. Útsagnir ella ímyndir, ið eru rasisitiskar.

  • Myndir av harðskapi ella vápnum og kynslig evni (bæði av listarligum og pornografiskum slagi).

  • Myndir, ið kunnu fáa myndakortið at líkjast einum samleikakorti.

Les eisini

Bílegg kort

Bílegg tað kortið, ið hóskar til tín tørv.

Bílegg gjaldoyra

Tað er eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við á ferðini.

Føroyskir pengar kontant

Drykkjupeningur

Skalt tú ferðast, er tað hent at vita, hvør siðvenjan er í ymisku londunum.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv