Mastercard Business

Mastercard Business er eitt altjóða gjaldskort, sum er ætlað fyritøkum og vinnurekandi. Kortið er sera væl egnað sum útreiðslukort og kann útflýggjast teimum starvsfólkum í fyritøkuni, ið hava tørv á kortinum. Tryggingar eru eisini knýttar at kortinum.

Vit bjóða Mastercard Business sum Standard, Gold og Platinum.

Samanber kort

Standard

  • Árligt gjald: 400 kr.*
  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 3.000 kr.
  • Nýtsluhámark: 30.000 kr.
  • Kreditthámark: 30.000 kr.
  • Ferðatrygging íroknað. 
  • *Møguleiki er eisini at velja kortið uttan trygging. Tá kostar tað 200 kr. árliga.

Gold

  • Árligt gjald: 900 kr.
  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 6.000 kr.
  • Nýtsluhámark: 50.000 kr.
  • Kreditthámark: 50.000 kr.
  • Ferðatrygging íroknað

Platinum

  • Árligt gjald: 1500 kr.
  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 10.000 kr. Tó í mesta lagi 50.000 um mánaðin.
  • Vel nýtsluhámark á 100.000 kr. ella 250.000 kr.
  • Kreditthámark: 250.000 kr.
  • Ferðatrygging íroknað
  • Atgongd til lounge-øki á flogvøllinum við Priority Pass. 

Mastercard Business og trygging

Tað er møguligt at hava trygging knýtta at øllum sløgum av Mastercard, men tryggingarnar eru ymiskar. Sí yvirlit yvir tryggingar niðanfyri.

  1. Tryggingartreytir fyri Standard
  2. Tryggingartreytir fyri Gold
  3. Tryggingartreytir fyri Platinum

Priority Pass

Fá atgongd til bíðistovur á flogvøllum kring allan heimin, um tú hevur Mastercard Platinum.

Les meira

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.

Spurningar og svar

Hvør í fyritøkuni kann fáa eitt kort?
Tit avgera sjálvi, hvør skal hava eitt Mastercard Business, og tit kunnu velja millum fleiri ymisk kortsløg - alt eftir tørvinum hjá tykkum og starvsfólkunum. 
Hvussu nógv ber til at brúka?
Ymisku kortsløgini hava ymisk nýtsluhámørk og kreditthámørk. Tosa við okkum, um tú ivast í, hvat kort, ið er rætta valið til tína fyritøku. Les meira um nýtsluhámørk her.
Hvussu sperri eg kortið?

Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið. Í avgreiðslutíð okkara kanst tú venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.

Uttanfyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast. 
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.

GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

  • Navn
  • Bústað
  • Peningastovn
  • Kortnummar ella kontunummar 


Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

Hvat skal eg gera fyri at kunna brúka nýggja kortið?
Kortið skal virkjast, áðrenn tú kanst brúka tað. Tú fært eitt bræv við kortinum, har greitt verður frá, hvussu kortið skal virkjast.
Um kortið verður misnýtt
Um títt kort hvørvur ella verður misnýtt, skalt tað sperrast alt fyri eitt. Í avgreiðslutíð okkara ber til at venda sær til Kundatænastuna og sperra kortið.

Uttan fyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast. 
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.

GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

  • Navn
  • Bústað
  • Peningastovn
  • Kortnummar ella kontunummar 


Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

Les eisini

Kundatænasta

Fá hjálp til kortið

Her fært tú hjálp, um tú skalt sperra kortið, bíleggja eitt nýtt, ella um tú hevur spurningar um gjaldskort annars.

Góð ráð

Góð ráð um kort

Fá góð ráð til at ansa eftir kortinum og minka um vandan fyri, at títt kort verður stolið ella misnýtt.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv