Mastercard kredittkort

Mastercard kredittkort er eitt altjóða gjaldskort, sum kann brúkast í handlum og matstøðum kring allan heimin.

Rentufríur kredittur

Kortið hevur ein rentufrían kreditt, ferðatrygging og avsláttaravtalur við útvaldar matstovur og handlar.

Ferðatrygging

Mastercard Standard, Gold og Platinum hava øll eina ferðatrygging knýtta at kortinum. Tú kanst tó eisini velja at fáa Mastercard Standard uttan ferðatrygging.

Samanber kort

Standard

  • Árligt gjald: 200 kr.*
  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 3.000 kr.
  • Kreditthámark: 30.000 kr.
  • Møguleiki at velja ferðatrygging
  • Møguleiki at fáa familjukort
  • *avsláttur fyri Nordik360+ og Nordik360Premium-kundar

Gold

  • Árligt gjald: 900 kr.*
  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 6.000 kr.
  • Kreditthámark: 50.000 kr.
  • Ferðatrygging
  • Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
  • Møguleiki at fáa familjukort
  • *avsláttur fyri Nordik360+ og Nordik360Premium-kundar

Platinum

  • Árligt gjald: 1500 kr.*
  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 10.000 kr.
  • Kreditthámark: 250.000 kr.
  • Ferðatrygging
  • Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
  • Atgongd til lounge-øki á flogvøllinum
  • Møguleiki at fáa familjukort
  • *avsláttur fyri Nordik360+ og Nordik360Premium-kundar

Familjukort

Hevur tú eitt Mastercard kredittkort í BankNordik, kanst tú fáa eitt familjukort til makan og heimabúgvandi børn, sum eru eldri enn 18 ár. Ongar tryggingar ella ískoytistænastur eru knýttar at familjukortinum. Tryggingar eru bert knýttar at høvuðskortinum.

Mastercard og trygging

Tað er møguligt at hava trygging knýtta at øllum sløgum av Mastercard, men tryggingarnar eru ymiskar. Sí yvirlit yvir tryggingar niðanfyri.

  1. Tryggingartreytir fyri Mastercard Standard
  2. Tryggingartreytir fyri Mastercard Gull
  3. Tryggingartreytir fyri Mastercard Platinum

Boða frá skaða

Fá avsláttur, tá tú ferðast

Hevur tú eitt Mastercard, kanst tú fáa avsláttur, tá ið tú vitjar djóragarðar og stuttleikaparkir í Danmark.

Les meira

Spurningar og svar

Hvat skal eg gera, um kortið er misnýtt?

Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið. Í avgreiðslutíð okkara kanst tú venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.

Uttan fyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.

GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

  • Navn
  • Bústað
  • Peningastovn
  • Kortnummar ella kontunummar 


Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

Hvat skal eg gera fyri at kunna brúka nýggja kortið?
Kortið skal virkjast, áðrenn tað kann brúkast. Tú fært eitt bræv við kortinum, og har verður greitt frá, hvussu kortið skal virkjast.
Kann eg brúka somu pinkotuna til fleiri kort?
Tú kanst velja at fáa somu pinkotu til øll tíni gjaldskort. Tá ið tú bíleggur eitt nýtt kort, kanst tú velja, at kortið skal hava somu pinkotu sum eitt kort, ið tú frammanundan hevur. Um tú ivast í, hvussu tú gert, ert tú altíð vælkomin at ringja og spyrja okkum.
Hvussu nógv kann eg brúka?
Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira um ymisku sløgini av kredittkortum umframt mørkini fyri mánaðarliga nýtslu.
Hvussu sperri eg mítt kort?

Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið. Í avgreiðslutíð okkara kanst tú venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.

Uttan fyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast. 
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.

GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

  • Navn
  • Bústað
  • Peningastovn
  • Kortnummar ella kontunummar 


Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

Les eisini

Kundatænasta

Fá hjálp til kortið

Her fært tú hjálp, um tú skalt sperra kortið, bíleggja eitt nýtt, ella um tú hevur spurningar um gjaldskort annars.

Góð ráð

Góð ráð um kort

Fá góð ráð til at ansa eftir kortinum og minka um vandan fyri, at títt kort verður stolið ella misnýtt.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv