Sperra kort

Í vanligari avgreiðslutíð, kanst tú sperra kortið við at ringja til Kundatænastuni á telefon 330 330. Uttan fyri vanliga avgreiðslutíð kanst tú boða frá hjá Nets í Danmark.

Sperra Dankort og VISA/Dankort
Ring á tlf. +45 44 89 29 29

Sperra Mastercard
Ring á tlf. +45 44 89 27 50

Minst til at upplýsa
Tá ið tú boðar Nets frá, skalt tú upplýsa:

  • Navn
  • Bústað
  • Kort- ella kontonummar
  • Hvørja bankadeild kontan hoyrir til

Kortið verður síðan sperrað og kann ikki nýtast ella misnýtast.

Góð ráð um kort

Les um, hvussu tú ansar eftir og brúkar kortið best.

Netbankin

Les um tínar møguleikar við Netbankanum.

Netbankin sum app

Les meira um, hvussu tú brúkar Netbankan á telefonini.

Ansa eftir kortinum

Fá góð ráð til at ansa eftir gjaldskortinum.