Visa/Dankort

Visa/Dankortið er eitt altjóða gjaldskort. Kortið kann brúkast í flestøllum handlum og øllum sjálvtøkum í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Nýt Visa/Dankort kring allan heim

Visa/Dankortið er eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann nýtast í fleiri enn 24 mió. gjaldstøðum kring heimin. Kortið er ómakaleyst at brúka m.a. í handlum, sjálvtøkum, matstovum og á netinum. Upp í 2.000 kr. kunnu takast út um samdøgrið. Samlaða nýtslan kann vera upp í 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar uttanlands og óavmarkað í danska ríkinum.

Gevur gott yvirlit

Tá ið tú brúkar Visa/Dankortið, fara pengarnir aloftast av kortinum alt fyri eitt, og tí hevur tú altíð eitt dagført yvirlit yvir salduna á tínari kontu.

Fyrimunir við Visa/Dankorti

  • Óavmarkað keyp í Føroyum, Danmark og Grønlandi.
  • Kann brúkast í Føroyum og uttanlands.
  • Hevur innbygda nándfunku, ið ger tað møguligt at rinda uttan at seta kortið í kortterminalin.

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.

Myndakort

Fá eitt persónligt kort við einari mynd, sum tú velur.

Mastercard

Eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv