Bústaðarkonta

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan. Við Bústaðarkontuni kanst tú spara saman til bústaðin við einari góðari rentu í 10 ár. Til ber at seta 50.000 kr. inn á kontuna um árið hesi 10 árini. Øll kunnu stovna sær Bústaðarkontu.

Samanspardi peningurin kann nýtast til:

  • Keyp av grundstykki, sethúsum ella íbúð
  • Umvæling ella umbygging av bústaði (fevnir eisini um bilhús, tún, garð og fast innbúgv v.m.)
  • Sethúsabygging ella íbúðarbygging
  • Eginpening í sambandi við bústaðarfígging

Frá møguleika
til veruleika

Við eini miðvísari samansparing á Bústaðarkontu er lættari at røkka málinum. Tað verður fíggjarliga lættari at seta búgv og gera umbyggingina, og samstundis verður møguleikin fyri at fáa lán betri.

Realkreditt fígging

Byggikredittur

Bústaðarkeypið

Keyp bústað í Danmark

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv