Bústaðarlán

Skalt tú keypa ella byggja hús, hevur tú møguleika at taka Bústaðarlán.

Rentan á Bústaðarláni er skiftandi og verður ásett eftir gongdini á fíggjarmarknaðinum. Tískil kann rentan hækka, og tá er neyðugt at hava pláss í fíggjarætlanini.


Annuitetslán ella seriulán

Sethúsafíggingin verður antin veitt sum annuitetslán ella seriulán. Við annuitetsláni hevur tú eins stór mánaðarlig lánsgjøld øll árini. Við seriuláni hevur tú fastar avdráttir, men gjøldini fyri rentur minka hvørt ár í samsvari við restskuldina.

Vit hjálpa tær við at gera møguleika til veruleika við eini heildarfígging, sum er lagað eftir tínum tørvi.

Bíligari bústaðarlán við Nordik360

Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik360-kundi, fært tú lagaligari rentur og møguleika fyri einum bústaðarláni við sera góðari rentu.

Les meira um Nordik360

Bústaðarkeypið

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Realkreditt fígging

Greiðu og gjøgnumskygdu prísirnir gera okkara realkredittlán til eitt tað besta á marknaðinum.

Byggikredittur

Byggikreditturin er ein fyribils fígging, sum fíggjar byggingina við eini kappingarførari rentu, so hvørt sum arbeiðið gongur framá.

Keyp bústað í Danmark

Vit hava vitanina og kunnu ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv