Boðtænastan

Við Boðtænastuni er lætt at halda eyga við ymsum rørslum á kontuni. Tú kanst velja ymisk boð, m.a. tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan kemur niður um ávísa upphædd. Við Boðtænastuni kanst tú velja at fáa sms-boð ella teldupost um, hvat hendir á kontuni.


Veljast kann millum hesi boð:

  • Salda á kontuni

  • Tá saldan fer yvir ávísa upphædd

  • Tá saldan fer undir ávísa upphædd

  • Tá flyting yvir ávísa upphædd fer av kontuni

  • Tá flyting yvir ávísa upphædd kemur á kontuna


Undir saldu eru aftur aðrir valmøguleikar, har tú kanst velja, nær tú fært salduna sendandi:

  • Fastan dag í vikuni, t.d. hvønn mánadag

  • Fastan dag í mánaðinum, t.d. 1. í hvørjum mánaði


Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær verða skrásett í bankanum.

 

Stovna Boðtænastuna

Soleiðis stovnar tú Boðtænastuna í Netbankanum:

  • Innrita í Netbankan á telduni
  • Far undir "Avtalur" í vinstru síðu
  • Vel "Boðtænasta" í vinstru síðu


Her ber til at velja júst ta tænastuna, sum hóskar best til tín tørv. Trýst á “Stovna” út fyri tí møguleikanum, tú ynskir. Fleiri ymsir møguleikar eru, so fylg vegleiðingini undir hvørjum einstøkum møguleika.


Niðanfyri kanst tú taka niður vegleiðing til, hvussu tú stovnar Boðtænastuna í Netbankanum.

Um tú ikki hevur Netbanka, kunnu vit stovna Boðtænastuna fyri teg. Ring á tel. 330 330.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv