GjaldsSkipanin

Við GjaldSkipanini kanst tú halda skil á tínum rokningum, so tær altíð verða goldnar rættstundis. Við sjálvvirkandi gjaldi slepst undan áminningargjøldum, og tænastan er harumframt ókeypis.

Soleiðis skrásetir tú rokningar í GjaldSkipanini

Tú kanst tekna rokningar til sjálvvirkandi GjaldSkipanina í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum. Tú kanst t.d. tekna tryggingargjald, kringvarpsgjald, haldaragjøld og mangt annað til GjaldSkipanina.

Gjaldsyvirlit

Eitt yvirlit við øllum rokningum, ið skulu gjaldast komandi mánaðin, sæst í Netbankanum. Sostatt er ómakaleyst at hava yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti, tá tú brúkar GjaldSkipanina. Gjaldsyvirlitið er eisini tín trygd fyri, at rætta upphæddin altíð verður goldin.

Spurningar og svar um GjaldsSkipanina

Hvussu tekni eg meg til GjaldsSkipanina?
Tú kanst tekna teg til sjálvvirkandi GjaldSkipanina í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum.
Hvar síggi eg mítt GjaldsSkipan yvirlit?

Tú hevur tveir møguleikar:

  1. Tú sært eitt yvirlit yvir allar tínar GjaldSkipan avtalur í Netbankanum.
    Innrita í Netbankan – trýst á GjaldSkipan.
  2. Til ber eisini at síggja eitt yvirlit yvir allar upphæddir, ið eru trektar á yvirlitinum, ið verður sent við postinum ella inni á Netbankanum – Kontur og gjaldingarSkjalagoymsla vís.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv