Ansa eftir følskum teldupostum

Vit uppliva javnan, at svikarar senda sokallaðar phishing-teldupostar til vanligar føroyingar og royna at fáa móttakaran at geva persónligar upplýsingar, kortupplýsingar og loyniorð frá sær. Svikararnir látast oftast at vera frá Nets, Visa, Mastercard, tínum peningastovni ella líknandi stovni.

Vit heita á teg um undir ongum umstøðum at geva tínar kortupplýsingar, loyniorð ella persónligar upplýsingar frá tær, eftir at hava fingið eina tílíka áheitan í telduposti.


Soleiðis skalt tú bera teg at

  • Lat vera við at skriva tínar kortupplýsingar, loyniorð ella aðrar persónligar upplýsingar

  • Lat vera við at svara teldupostinum

  • Lat vera við at opna nakað viðlagt skjal

  • Um tú longu hevur givið upplýsingar um títt gjaldskort víðari, skalt tú sperra kortið beinanvegin

Soleiðis sperrar tú gjaldskortið

Sí vegleiðing

Kundatænastan

Ring til okkara

330 330

Send okkum boð