Størri avkast

Tað er ikki líka mikið, hvar tú hevur tína pensjónssamansparing standandi. Møguleikin tú velur, hevur eina stóra ávirkan á, hvussu nógv tú fært burturúr tíni samansparing.

Størri langtíðaravkast

At hava peningin standandi á eini pensjónskontu, gevur sum oftast størri avkast yvir langa tíð. Váði er tó eisini fyri, at íløgan lækkar í virði.

Betra tínar fortreytir fyri størri avkasti


Við NordikPensjónsRøkt verður samansparingin røktað av okkara íløguserfrøðingum, sum seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at tín pensjónssamansparing altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast.

Dømi um samansparing

Ein miðal íløgusamanseting hevur helvtina í partabrøvum og helvtina í lánsbrøvum. Ein tílík íløga væntast í longdini at geva 3,5% í árligum avkasti. Tað vil siga, at um tú setir kr. 100 í eina íløgu við hesum avkasti, kann hon væntast at veksa til kr. 199 eftir 20 árum.

Í løtuni eru flestu innlánsrentur tætt við 0%.

Íløgur í virðisbrøv geva tær møguleikan fyri størri vinningi við tíðini. Váði er tó eisini fyri, at íløgan lækkar í virði.


Dømið omanfyri er eitt hugsað dømi, og eitt nú aldur og váðafýsni kunnu hava ávirkan á, hvussu stórt avkastið kann væntast at vera í tíni støðu.
Bílegg fund við tín ráðgeva, og fá meira at vita um, hvussu myndin kann síggja út hjá tær.

Allar íløgur innibera ein kostnað, og tín kostnaður ávirkast m.a. av tínum váðafýsni. Um kostnaðurin
av røkt, tænastu, íløguprógvum o.ø. í alt er 1,50% árliga, gerast tær kr. 100 í døminum omanfyri
kr. 149 eftir 20 árum.

 
Avkastvæntanirnar í døminum stava frá Det sagkyndige råd, sum ásetur langtíðar væntanir til
avkast hjá pensjónsfeløgum.

Um NordikPensjón 

0 kr. til umsiting

Kvinde ved computer på kontor med headset

1 stað til tíni fíggjarviðurskifti

En flok kvinder i pensionsalder hygger sig i svømmehallen

2 pensjónir eru ikki líka

3 tryggingar í at velja

4 fyrimunir við NordikPensjón

Eftirlønarkonta

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv