3 mánaðar uppsøgn

Við eini samansparingarkontu við 3 mánaðar uppsøgn kanst tú spara pening saman, uttan at binda hann í alt ov langa tíð. Peningurin er bundin í 3 mánaðir, men tú kanst fáa peningin útgoldnan, uttan at siga frá 3 mánaðir frammanundan, við at gjalda eitt avgjald.

Ein samansparingarkonta eigur at vera ein natúrligur partur av tínum dagligu fíggjarviðurskiftum, so sleppur tú undan at stúra fyri óvæntaðum útreiðslum.

Stutt og greitt um samansparingskontuna

  • Tú avgert, hvussu nógv tú ynskir at spara saman – tað er eingin avmarking á upphæddini
  • Kontan kann tilmeldast til Netbankan
  • Tú fært góða rentu

Betri rentur við Nordik360

Sum Nordik360-kundi hevur tú møguleika fyri at fáa betri rentur á tína samansparingarkontu við 3 mánaðar uppsøgn. Nordik360 er okkara fyrimunaskipan, har tú fært ágóðan av rentufyrimunum og sparir pening, tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv