Barnasamansparing

Vit bjóða Barnasamansparing við lønandi rentu frá fyrstu krónu. Foreldur, ommur, abbar og onnur kunnu seta pening inn á kontuna. Tá kontan verður stovnað, fær barnið eina Vitus sparibússu.

Tá tit koyra eitt oyra í sparibússuna, gera tit eina íløgu í framtíðina hjá barninum. Ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.


Bundin samansparing

Barnasamansparingin er ein bundin samansparing. Kontan er í minsta lagi bundin, inntil barnið verður 15 ár, og kann ikki sigast upp. Tá ið kontan verður stovnað, kunnu foreldur eisini velja at hava kontuna bundna uppaftur longri, t.d. inntil barnið verður 18 ár ella heilt til tað verður 21 ár. Við Barnasamansparing er sostatt vissa fyri, at innistandandi peningurin veruliga er tøkur, tá foreldrini ynskja, at peningurin kann takast út.

Barnið kann velja at taka upphæddina út í upp til ein mánað eftir, at bundna tíðarskeiðið er av uttan at siga kontuna upp ella rinda avgjald. Eftir at hesin mánaður er liðin, verður Barnasamansparingin sjálvvirkandi broytt til eina vanliga kontu við 3 mðr. uppsagnartíð. 

Einfaldar reglur

Tá ið Barnasamansparingin verður stovnað, skalt tú minnast til at:

  • Sáttmáli verður undirskrivaður
  • Kontan verður stovnað í barnsins navni
  • Kontan hevur skiftandi rentu

Fastar flytingar ella vanlig inngjøld

Einki hámark er fyri inngjaldi á Barnasamansparingina, og setast kann inn á kontuna eftir ynski. Til ber at stovna fastar flytingar inn á kontuna, og eisini ber til at gera vanlig inngjøld.


Børn við innliti í samansparing hava góðar fortreytir fyri at fáa skynsamar peningavanar seinni í lívinum.

Vøggugáva til barnið

Tá ið tú stovnar nýfødda barninum eina samansparing við fastari flyting, fær barnið eina Vitus sparibússu umframt eina fitta húgvu frá Steinum (stødd 6 mðr). Minst til at hava p-talskort, dóps- ella navnabræv og pass hjá øðrum av foreldrunum við, tá ið tú kemur inn í eina av deildum okkara at stovna samansparingina.

NordikBørn

Góð ráð til foreldur

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Tryggingar til børn

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv