Bústaðarkonta

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.

Við Bústaðarkontuni hjá okkum kanst tú spara saman til bústaðin við einari góðari rentu í 10 ár. Til ber at seta 50.000 kr. inn á kontuna um árið hesi 10 árini.

Øll kunnu stovna sær Bústaðarkontu.

Samanspardi peningurin kann nýtast til:

  • Eginpening í sambandi við bústaðarfígging
  • Keyp av grundstykki, sethúsum ella íbúð
  • Umvæling ella umbygging av bústaði (fevnir eisini um bilhús, tún, garð og fast innbúgv v.m.)
  • Sethúsabygging ella íbúðarbygging

Frá møguleika
til veruleika

Við eini miðvísari samansparing á tíni Bústaðarkontu verður lættari at røkka málinum. Tað verður fíggjarliga lættari at seta búgv og gera umbyggingina, og samstundis verður møguleikin fyri at fáa lán betri.

Bústaðarkeypið

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Realkreditt fígging

Greiðu og gjøgnumskygdu prísirnir gera okkara realkredittlán til eitt tað besta á marknaðinum.

Byggikredittur

Byggikreditturin er ein fyribils fígging, sum fíggjar byggingina við eini kappingarførari rentu, so hvørt sum arbeiðið gongur framá.

Keyp bústað í Danmark

Vit hava vitanina og kunnu ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv