Eftirlønarkonta

Eftirløn er løn, sum tú hevur spart tær saman til og fært útgoldið, tú ið tú gevst at arbeiða fyri aldur. 

Kravd samansparing

Í Føroyum er tað lógarkrav, at øll millum 21 ár og pensjónsaldur spara saman til pensjón. Kravið er, at tú í 2018 rindar í minsta lagi 4 prosent av lønini í pensjón. Prosenttalið hækkar við 1 prosenti á hvørjum ári inntil í 2029, tá tað er 15 prosent.

 

Eftirlønarsamansparingin er tín persónliga ogn

Tú hevur kortini ikki ræði á henni og kanst ikki taka hana út í úrtíð. Eftirlønarsamansparingin kann heldur ikki latast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi frá eftirlønarveitara.

Fá ráð til ta pensjónstilveru, tú ynskir

Uttan mun til, hvussu tú ynskir at liva pensjónstilveruna, er tað ein stórur fyrimunur, um tú í góðari tíð byrjar at spara saman. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú hevur ráð til at liva tað lívið, sum tú ynskir, tá tú ert farin frá fyri aldur.

60-ára konta

ftirlønarlógin, sum kom í gildi í 2014, ber við sær, at tað ikki ber til at seta pening inn á 60-ára kontu longur. Í staðin skal gjaldast inn á eftirlønarkontu.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv