Lista rundferð á deild okkara á Tvøroyri

Í samband við mentanarnáttina sum herfyri var á Tvøroyri, var eitt yvirlit gjørt yvir sermerktu listina ið er á deild okkara á Tvøroyri.

Hesum skulu øll sjálvsagt fáa ágóðan av, og tískil bjóða vit tykkum at koma á gátt hjá okkum hósdagin og fríggjadagin at hyggja eftir framúr flottu listini ið vit hava á deildini. Á rundferðini er møguleiki fyri at fáa kunning um listaverkini har kunning var til taks.

Millum listafólkini handan listaverkini kunnu nevnast Sámal ‘Mikines’ Joensen, Ruth Smith og Ingálvur av Reyni.

Vit bjóða kaffi og okkurt gott afturvið á rundferðini - komið framvið.