Sjálvtøkur taka ímóti peningi

Nú kanst tú seta pening inn á kontuna, tá ið tú vilt. Okkara sjálvtøkur á Áarvegnum og á Oknarvegi í Havn umframt í Klaksvík hava fingið eina nýggja funku, ið ger tað møguligt hjá tær at seta pening inn. Tað er bæði skjótt og lætt.

Sjálvtøkurnar líkjast vanligu sjálvtøkunum, men kunnu nú eisini taka ímóti pengaseðlum. Tú velur "onnur tænasta", "inngjald", og síðani er klárt at seta seðlarnar inn. Skjótt fara sjálvtøkurnar í Saltangará, á Tvøroyri og í Sandavági eisini at kunna taka ímóti peningi.