Flytingar í sambandi við Kristi Himmalsferðardag 

Hósdagur 10. mai er Kristi Himmalsferðardagur, og fríggjadagur 11. mai er frídagur hjá donsku bankunum. Tí verða ongar bankaflytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi Himmalsferðardag:

  • Seinasta freist at gera flytingar til aðra konto í BankNordik er mikudagin 9. mai kl. 18.30.
  • Seinasta freist at gera flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni er mikudagin 09. mai kl. 11.30.
  • Skundflytingar til kontu í øðrum peningastovni kunnu gerast til mikudagin 09. mai kl. 18.30.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv