Mentanarnátt á Tvøroyri

Vegna serligar umstøður verður tiltakið, sum var lýst at vera 6. juli, avlýst.

 

Fríggjakvøldið 6. juli er Mentarnarnátt á Tvøroyri. Í tí sambandi hava vit opið hús í deild okkara frá kl. 19 – 21, har til ber at uppliva eitt øðrvísi kvøld við móta, list og tónleiki.

Skrá:

  • Kl. 19.00: Opið hús, har til ber at síggja listaverkini í deildini. Verkini eru eftir millum øðrum Ruth Smith, Ingálvi av Reyni og Sámal J. Mikines.
  • Kl. 19.00: Katrina í Geil, designari fer at styla tvey av okkara starvsfólkum og tosa um, hvussu vit kunnu fáa sum mest burturúr tí, vit hava.
  • Kl. 20.30: Lív Næs og Tróndur Enni framføra nøkur løg.

Eisini bjóða vit kaffi og okkurt søtt til góman.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv