Nýggj NemID lyklaapp

Nú tørvar tær ikki longur at hava títt lyklakort hjá tær, tá ið tú skal rita inn við NemID. Ístaðin kanst tú taka niður NemID lyklaappina og brúka NemID beinleiðis frá tíni snildfon ella teldli – hetta er eisini møguligt, um tú skal rita inn í Netbankan á tíni teldu.

Hvat er lyklaappin og hvussu virkar hetta?

NemID lyklaappin er eitt eyka amboð til títt NemID lyklakort. Við lyklaappini kann tú góðkenna við at koyra fingurin yvir snildfonina ístaðinfyri at tasta eitt loyniorð inn. Báðir møguleikar eru eins tryggir.

Um tú velur at brúka lyklaappina, fær tú eina umbøn í tína lyklaapp, tá ið tú t.d. skal góðkenna eina gjalding í tínum Netbanka. Fyri at fremja eina gjalding skal tú góðkenna umbønnia við at koyra fingurin yvir snildfonina.

NemID lyklaappin er ókeypis og kann takast niður í App Store ella Google Play.


Fakta um NemID lyklaappina

  • NemID lyklaappin er eitt hent eyka amboð til NemID lyklakortið
  • Tað er líka trygt at brúka lyklaappina sum lyklakortið til at rita inn við NemID
  • Tú kann brúka NemID lyklaappina til alt tað, sum tú brúkar NemID til
  • Tú kann knýta somu NemID appina á 3 snildfonir
  • Tú skal goyma títt NemID lyklakort, hóast tú brúkar NemID lyklaappina. Tú skalt til dømis brúka lyklakortið til at seta appina í gildi, um tú fær tær eina nýggja fartelefon ella um ongin streymur er á tíni fartelefon

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv