Samstarvið við Ó heldur fram

Samstarvsavtalan ið vit hava havt við Ó tey seinastu árini heldur fram. Avtala er gjørd um at halda fram á sama hátt sum undan farin ár, og hevur við sær at vit framhaldandi vera ein týdningarmikil og sjónligur viðspælari í menningini av føroyska lestrarumhvørvinum.

Vit eru fegin um at leingja avtaluna, sum gevur okkum møguleika at geva okkara íkast til føroysk ung og lesandi, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit hava seinastu árini miðvíst ment okkara tænastur og tiltøk til ung, lesandi og útisetar, og vit gleða okkum til at halda á fram við hesum arbeiði.

Samstarsavtalan hevur harafturat við sær, at vælumtóktu tiltøkini “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa” og “Summar og fjakking”, ið hava savnað hundraðtals lesandi, halda fram.

Tiltakið ”Hjálp eg skal uttanlands at lesa”, verður aftur á skránni 1. august kl. 19 í Spaniastovu í Klaksvík, og tann 2. august kl. 19 hjá BankNordik á Oknarvegi í Tórshavn.


Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv