Ferðatiltak á Tvøroyri

Ferðast uttanlands?

Ætlar tú út í heim at ferðast, er tað týdningarmikið, at tú fyrireikar teg væl frammanundan og tryggjar teg móti ymiskum óvæntaðum, ið kann tarna ella oyðileggja ferðina. Hvussu veit tú, um tú hevur røttu tryggingarnar? Hvat gert tú, um tú skuldi verið óheppin á ferðini? Og hvussu velur tú rætta gjaldskortið?

Hesir og nógvir aðrir spurningar verða svaraðir á ferðatiltaki í BankNordik á Tvøroyri hósdagin 7. juni kl. 19. Á tiltakinum luttaka eisini Suðuroyar Apotek og Føroya Tele, ið koma við góðum ráðum til tína ferð.

Øll, ið luttaka eru við í lutakastinum um eitt gávubræv frá Atlantic Airways, virðið kr. 2.000, umframt tveir gávupakkar frá Apotekinum, við sólkremi og øðrum, ið er hent at hava við á ferðini.

Skráin fyri kvøldið:

  • Eydis Kjærbo frá BankNordik bjóðar vælkomin.
  • Rakul B. Brattaberg frá BankNordik kemur við góðum ráðum til ferðina og greiðir millum annað frá um gjaldskort, nýtsluhámørk á gjaldskortum og hvussu, tú sperrar gjaldskortið.
  • Katrin Groth Mortensen og Regitsa Johannesen frá Suðuroyar Apoteki greiða frá, hvat er umráðandi at hava við sær á ferðini.
  • Karin Dahl frá Trygd tosar um týdningin av at hava røttu tryggingarnar til ferðina, og hvat tú gert um tú ert óheppin á ferðini.
  • Umboð frá Føroya Tele greiða frá um telefonhald, roaming o.a., ið er vert at hugsa um, áðrenn ferðin byrjar.

Vit bjóða okkurt lætt og summarsligt til góman.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Út at ferðast

Vit hava savnað hópin av góðum ráðum til tín, ið skal út í heim at ferðast.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv