Arbeiðsloysi

Um tú gerst arbeiðsleys/ur í eitt styttri ella longri tíðarskeið, kann tað ikki einans vera ein sálarlig byrða, men eisini fíggjarliga avbjóðandi. 

Arbeiðsloysisstuðul

Sum lønmóttakari rindar tú til ALS, og tú hevur samstundis rætt til at fáa arbeiðsloysisstuðul útgoldnan, um tú missir starvið. Tað er umráðandi, at tú boðar ALS frá, tá ið tú gerst arbeiðsleys/ur. Les meira um treytir, freistir, skyldur og rættindi í sambandi við arbeiðsloysisstuðul á heimasíðuni hjá ALS

Tosa við okkum - vit hava ráðgivið øðrum í somu støðu

Um tú í eitt tíðarskeið skalt fáa gerandisdagin til at hanga saman fíggjarliga við arbeiðsloysisstuðli, kann tað gerast neyðugt at tillaga útreiðslurnar. Vit mæla tær til at seta teg í samband við okkum skjótast til ber, so vit saman kunnu leggja eina ætlan. Vit vita, hvussu týðandi tað er at fáa skil á tí fíggjarliga, so tín orka kann vera brúkt til at søkja nýtt starv.

Soleiðis kanst tú spara

Tá ið inntøkan minkar, er tað eitt gott hugskot eisini at minka um útreiðslurnar. Her eru nøkur góð ráð.

  • Skriva ein innkeypslista, áðrenn tú fert til handils, og keyp bara tað, sum tú hevur skrivað niður.
  • Tað er dýrt at fara á matstovur ella kaffistovur javnan. Avmarka tí hetta so nógv sum gjørligt.
  • Spar ymisk hald burtur í eina tíð, t.d. til venjingarmistøð og bløð. 
  • Lat samansparingina bíða í eina tíð.
  • Lat vera við at keypa skundverðir.
  • Keyp bíligari gávur, og brúka minni pengar til tað, sum ikki er alneyðugt.

Hugsa um útreiðslurnar

Í fyrstu syftu er tað neyðugt hjá tær at fáa yvirlit yvir, hvørjar útreiðslur, tú hevur, og hvussu tú í eitt tíðarskeið kanst spara. Um tú leggur eina fíggjarætlan, gerst tað lættari at halda skil á inntøkum og útreiðslum.

Legg eina ætlan

Tað er sjálvandi rættiliga stórur munur á, hvussu styttri og longri arbeiðsloysi ávirka tína fíggjarstøðu. Hevur tú júst mist starvið, kann tað kanska tykjast svartskygt at hugsa um langtíðararbeiðsloysi beinanvegin, men vit mæla tær kortini til eisini at umhugsa, hvussu eitt longri tíðarskeið uttan arbeiði kann ávirka teg og tína familju.

Hús, bilur o.a.

Tað kann gerast neyðugt at minka um ymsar útreiðslur, sum ikki hava so stóran týdning, t.d. matstovuvitjanir, gávur, skundverðir og tílíkt, men um arbeiðsloysið varar í eitt longri tíðarskeið, kann tað gerast neyðugt at taka onnur stig.

Tað eru vanliga útreiðslurnar til bústaðin og bilin, ið eru tær størstu. Her er tað vert at umhugsa, um tað ber til at gera nakrar broytingar. Er bilurin stórur og dýrur, kann hann møguliga verða býttur um við ein bíligari og minni bil.


Skái

Um tað gerst trupult at fáa endarnar at røkka saman í sambandi við arbeiðsloysið, ber til at tosa við okkum um møguleikan fyri at fáa skáa. Ein skái er eitt tíðarskeið, har vanliga lánsgjaldið fær ein steðg. Hvørjir tínir møguleikar eru í hesum høpi veldst m.a. um, hvat slag av bústaðarfígging tú hevur.

Gev pensjón og tryggingum gætur

Arbeiðsloysið ávirkar sjálvandi fíggjarligu støðuna her og nú, men kann eisini fáa avleiðingar fyri framtíðina - serliga um arbeiðsloysið varar leingi. Inntøkan minkar, og hetta kann eisini ávirka tína pensjón, sum tú skalt liva av, tá tú gerst eldri.

Um pensjónin er tengd at arbeiðinum, ella um tú av onkrari aðrari orsøk gevst at gjalda til pensjónssamansparingina, so minkar inngjaldið til pensjónina eisini. Og hetta fer kanska at merkjast aftur, tá ið tú verður pensjónistur.

NordikLív

Lívstryggingar

Hjá okkum kanst tú tryggja teg, um illa vil til. Vit hava lívstryggingar, ið eru hentar at hava í sambandi við sjúku, óhapp og deyða.

Trygd

Skaðatryggingar

Trygd hevur allar vanligar skaðatryggingar, sum t.d. tryggja teg og børn tíni fyri vanlukku og hús, bil o.a. fyri skaða.

Les eisini

Halt skil á pengunum

Um tú leggur eina fíggjarætlan, er tað lættari at halda skil á inntøkum og útreiðslum.

Niður í tíð

Hvussu ávirkar tað tíni fíggjarligu viðurskifti, um tú fert at arbeiða minni?

Pensjón

Tað er umráðandi, at tú ikki gloymir at minnast til pensjónina.

Góð ráð til starvsumsóknina

Fá góð ráð til, hvat tú skalt hugsa um, tá ið tú skalt skriva umsóknina.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv