Pensjónslívið

Gleðir tú teg til at kunna ferðast meira ella til at fáa meira tíð til ítriv og barnabørn? Uttan mun til, hvussu tú ynskir at liva pensjónstilveruna, er tað ein stórur fyrimunur, um tú í góðari tíð byrjar at spara saman. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú hevur ráð til at liva tað lívið, sum tú ynskir, tá tú ert farin frá fyri aldur.

Kravd samansparing

Í Føroyum er tað lógarkrav, at øll millum 21 ár og pensjónsaldur spara saman til pensjón. Kravið er, at tú í 2018 rindar í minsta lagi 4 prosent av lønini í pensjón. Prosenttalið hækkar við 1 prosenti á hvørjum ári inntil í 2029, tá tað er 15 prosent.


Til tín, ið skjótt skalt pensjónerast

Góð ráð til tín, ið nærkast pensjónsaldri.

Ert tú mitt í arbeiðslívinum?

Tað er ein stórur fyrimunur, um tú á ungum árum byrjar at spara saman til pensjón.

Hvussu nógv skalt tú spara saman?

Um tú fegin vilt varðveita ein ávísan livifót, tá ið tú fert frá fyri aldur, eru 4% í pensjónssamansparing helst ikki nøktandi. Tí er tað avgerandi, at tú gert tær greitt, hvat tú vilt hava ráð til. Um tú tosar við okkum um tíni ynskir, kunnu vit seta eina pensjónssamansparing saman, so hon hóskar til tín tørv.

Kvinnur og pensjón

Kvinnur eru ofta afturúrsigldar, tá ið tað snýr seg um pensjón.

Fá eina heildarloysn

Við NordikPensjón fært tú eina pensjón, ið hóskar til tíni ynski.

Keypa nýggjan bústað

Hóska húsini ikki til tín tørv longur, og umhugsar tú at keypa nýtt?

Soleiðis byrjar tú

Veitst tú ikki, hvar tú skalt byrja? Les meira her.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv