Kvinnur og pensjón

Styttri tíð á arbeiðsmarknaðinum og lægri inntøka innibera, at kvinnur ofta eru afturúrsigldar, tá ið tað ræður um pensjónssamansparing. Av tí at kvinnur samstundis liva longur enn menn, er tað eyðsæð, at pensjónssamansparingin hjá nógvum kvinnum neyvan er í samsvari við ímyndina av eini fjálgari pensjónstilveru, har tað eisini er ráð til at liva.

Serliga trý viðurskifti gera seg galdandi

  1. Kvinnur hava í miðal lægri inntøku enn menn

  2. Kvinnur eru samanlagt styttri á arbeiðsmarknaðinum orsakað av barnsburðarfarloyvum og parttíðarstørvum

  3. Kvinnur liva longur enn menn 

 

Veitst tú nóg mikið um tína pensjón?

Hevur tú skil á fyribrigdum sum arbeiðsmarknaðareftirløn, fólkapensjón og egin pensjónssamansparing? Her kanst tú lesa eitt sindur meira um tað, sum er vert at vita um pensjónsviðurskifti í Føroyum. 


Lítil áhugi, stór avleiðing

Nógv eru røsk at leggja uttanlandsferðir, jólaveitslur, føðingardagar og onnur tiltøk til rættis í góðari tíð, men tá ið tað snýr seg um aldurdómin, gerst tað óítøkiligt, minni spennandi at tosa um, og hugurin til at leggja til rættis hvørvur. Uttan mun til um tú ert í 30-unum, 40-unum ella 50-unum, er tað av alstórum týdningi, at tú hugsar um framtíðina og tilveruna eftir arbeiðslívið – tess fyrr, tess betri. Tín pensjónssamansparing kann nevniliga verða avgerandi fyri, um tú kanst liva tað lívið, sum tú ynskir, tá lønin skal skiftast út við pensjón.

Kyn og fíggjarviðurskifti

Millum tey giftu/samlivandi er tað í 41% av førunum bara maðurin ella mest maðurin, og í 25% av førunum bara kvinnan ella mest kvinnan, ið avgreiðir lán og lánsgjøld við bankan. Viðvíkjandi tryggingum er hetta talið 45% fyri menninar og 27% fyri kvinnurnar. Viðvíkjandi pensjónsviðurskiftum er talið 30% fyri menninar og 22% fyri kvinnurnar, og her hava bara ikki-pensjónistar svarað (kelda: Gallup-kanning hjá Javnstøðunevndini í 2013).

 

Soleiðis byrjar tú

Fá góð ráð til, hvussu tú byrjar at spara saman til pensjónina.

Fá eina heildarloysn

Við NordikPensjón fært tú eina pensjón, ið hóskar til tíni ynski.

Keypa nýggjan bústað

Hóska húsini ikki til tín tørv longur, og umhugsar tú at keypa nýtt?

Ráð til at ferðast

Góð ráð til tað fíggjarliga, tá ið dreymaferðin skal verða veruleiki.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv