Mitt í arbeiðslívinum

Hóast tú ert mitt í arbeiðslívinum, og hevur nógv ár eftir á arbeiðsmarknaðinum, so hevur tað stóran týdning, at tú hugsar um pensjónina so tíðliga sum til ber. Tað er á ungum árum, at tú helst skalt leggja lunnar undir eina fjálga tilveru eftir arbeiðslívið.

Tað snýr seg eisini um tryggleika

Minst til, at tað ikki bert snýr seg um at hava góð fíggjarviðurskifti, tá tú verður pensjónerað/ur. Tað snýr seg eisini um trygd - bæði fyri teg og tína familju. Ert tú ung/ur og hevur familju og børn, er tað serliga umráðandi, at familjan er rætt tryggjað, um tú gerst álvarsliga sjúk/ur ella fellur frá á ungum aldri. Tá ið tú setir tína pensjón saman, kanst tú umframt peningaligu samansparingina eisini knýta lívstryggingar at pensjónini, sum tryggja alla familjuna, um illa vil til. 


Spurningar og svar

Hevur tú skil á fyribrigdum sum arbeiðsmarknaðareftirløn, fólkapensjón og egin pensjónssamansparing? Her kanst tú lesa eitt sindur meira um tað, sum er vert at vita um pensjónsviðurskifti í Føroyum. 

Vit hjálpa tær at velja rætt

Tað kann tykjast fløkjasligt og ørkymlandi, tá ið rætta pensjónssamansparingin skal veljast. Tað kann vera krevjandi at seta seg inn í tær reglur og tey krøv, ið eru galdandi á pensjónsøkinum í Føroyum.

Vit hava drúgvar royndir innan pensjónsráðgeving, og tí mæla vit tær til at seta teg í samband við okkum, so vit kunnu ráðgeva tær og greiða tær nærri frá ymsu møguleikunum. Á tann hátt kanst tú fáa júst ta pensjónina, sum hóskar til tín.

Er kravda samansparingin nóg mikið?

Hóast føroysku reglurnar á pensjónsøkinum bert krevja, at tú sparir 4% (2018) saman til tína pensjón, so røkkur hetta neyvan til eina fjálga pensjónstilveru. Tí mæla vit tær til at hugsa um, hvat tú ynskir at hava ráð til, tá ið tú fert frá fyri aldur. Vit kunnu seta tína pensjón saman, so tú fært umstøðurnar til at liva tað pensjónslívið, sum tú ynskir. Við røttu samansetingini av peningaligari samansparing og tryggingum kanst tú leggja lunnar undir eina fjálga og tryggja pensjónstilveru.


Gott at hava í huga

Hugsa um hesi viðurskifti í góðari tíð, áðrenn pensjónina:

  • Hvat hevur størstan týdning í tínum lívi?
  • Hvat vilt tú hava ráð til sum pensjónistur?
  • Hvussu skal familjan hjá tær liva, um tú doyrt áðrenn pensjónsaldur?
  • Hvussu skulu tú og familjan liva, um tú gerst sjúk/ur?
  • Hvat ynskir tú tær í pensjónslívinum?

Les meira

Kvinnur og pensjón

Kvinnur eru ofta afturúrsigldar, tá ið tað snýr seg um pensjón.

Fá eina heildarloysn

Við NordikPensjón fært tú eina pensjón, ið hóskar til tíni ynski.

Keypa nýggjan bústað

Hóska húsini ikki til tín tørv longur, og umhugsar tú at keypa nýtt?

Soleiðis byrjar tú

Veitst tú ikki, hvar tú skalt byrja? Les meira her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv