Til tín, ið skjótt skalt pensjónerast

Vit vita, at livialdurin hækkar, og tí má pensjónssamansparingin eisini røkka í fleiri ár enn áður. Tí er alneyðugt at leggja pensjónina væl til rættis, so kassin ikki verður tómur, tá ið árini verða mong.

Um tú hevur spart saman og fyrireikað teg til pensjónslívið í nógv ár, so krevur skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónina kanska ikki tær stóru broytingarnar í gerandisdegnum.

Um samansparingin er lítil

Hevur tú hinvegin ikki eina stóra samansparing, men skalt liva av almennum veitingum, kann tað fáa ávirkan á tíni lívskor og gerandisdagin. Í tí føri mæla vit tær til at tosa við okkum, so vit saman kunnu leggja eina ætlan fyri pensjónstilveruna hjá tær.

Vit hava ráðgivið mongum í somu støðu, og tí kunnu vit hjálpa tær at gera møguligar neyðugar tillagingar. Vit hyggja eftir samlaðu ognunum, t.e. samansparingar, virðisbrøv, fastogn og pensjónir. Saman leggja vit eina ætlan, so tú í størst møguligan mun fært livað tað lívið, sum tú ynskir tær.

Vitan gevur tryggleika

Okkara royndir vísa, at tað serliga er ivin um, hvussu tað skal hanga saman fíggjarliga, ið kann elva til ørkymlan. Tí mæla vit tær til at biðja um ein fund við okkum í góðari tíð, tá pensjónsaldurin nærkast. Saman gera vit neyðugu fyrireikingarnar og avtala útgjaldshátt o.a., áðrenn tú fert frá fyri aldur. So veitst tú, júst hvussu nógv tú hevur at liva fyri.

Nær verður pensjónin útgoldin?

Tú kanst í fyrsta lagi fáa pensjónina útgoldna, tá tú hevur rokkið pensjónsaldri, og í seinasta lagi, tá tú fært fólkapensjón goldna. Tó er peningur, ið er samanspardur áðrenn 2014, fevndur av Rentutryggingarlógini, og tá eru aðrar reglur galdandi. Eitt nú verður pensjónin leysgivin, tá tú ert vorðin 60 ár, og tað ber eisini til at fáa peningin útgoldnan í úrtíð.

Minst til at boða okkum frá minst tveir mánaðir frammanundan, at pensjónsútgjaldið skal byrja. Vit seta okkum síðani í samband við TAKS. 

Lat okkum hjálpa tær

Tú ert vælkomin at tosa við okkum um, hvussu tú fært tað at hanga saman fíggjarliga, tá ið inntøkan lækkar. Vit hjálpa tær at leggja tíni framtíðar fíggjarviðurskifti til rættis, t.d. tillaga útreiðslur og leggja nýggja fíggjarætlan. Áðrenn tú kemur á fund, er tað ein fyrimunur, um tú hevur gjørt tær nakrar tankar um spurningarnar niðanfyri.


Vert at hugsa um 

  • Hvussu nógv vilt tú hava at liva fyri, tá tú verður pensjónistur?
  • Eru tað útreiðslur, sum tú heldur teg kunna vera fyri uttan? T.d. ymisk hald til bløð o.a.
  • Eigur tú onnur virði ella samansparingar, afturat pensjónini, sum tú kanst nýta, tá ið tú verður pensjónistur?
  • Ætlar tú tær at halda fram at búgva í bústaðnum, sum tú býrt í nú?

3 sløg av pensjón

Í Føroyum hava vit 3 sløg av pensjón: lutapensjón, lívrenta og kapitalpensjón. Alt eftir, hvussu nógv tú hevur spart saman, eru nakrar lógarásettar reglur fyri, hvussu pensjónin skal verða útgoldin. Vit hjálpa tær at seta pensjónsútgjaldið saman.

Lutapensjón
Tú fært samansparda peningin útgoldnan árliga í minst 10 ár. Tá øll samansparingin er útgoldin, steðga útgjøldini.
Lívrenta
Við lívrentu fært tú rætt til útgjald, so leingi tú livir. Støddin á útgjaldinum er grundað á samansparda peningin og ein miðal restlivialdur.
Kapitalpensjón
Við kapitalpensjón fært tú samansparing og renturnar av henni útgoldnar í einum - tó í fyrsta lagi, tá tú verður 60 ár. Gev gætur, at aðrar reglur eru galdandi fyri pensjónir, ið er spardar saman áðrenn 2014.

Pensjónistur í starvi

Fólkapensjónin er samansett av einari skattafríari grundupphædd og einari skattskyldugari viðbót. Ert tú í løntum starvi, er tað vert at hugsa um, at viðbótin verður javnað eftir inntøkuni hjá tær. Sostatt minkar viðbótin, um tú hevur aðra inntøku omanfyri ávísa upphædd. 

Kunna teg um galdandi upphæddir hjá TAKS og Almannaverkinum. Grundupphæddin er tó óávirkað av aðrari inntøku og tínum fíggjarviðurskiftum annars.

Visti tú, at ...

Um tú heldur fram í løntum starvi, eftir at tú ert blivin fólkapensjónistur, skal arbeiðsgevarin rinda bæði pensjónina og lønina sum vanliga løn. Einki skal sostatt rindast sum pensjón.

Skal bústaðurin skiftast út?

Alsamt fleiri føroyingar velja at skifta stóru sethúsini út við ein minni bústað, tá ið pensjónsaldurin nærkast, og børnini eru flutt heimanífrá. Hetta kann vera ein góður møguleiki fyri at minka um útreiðslurnar til bústaðin, samstundis sum tørvurin á plássi minkar.

Selur tú bústaðin og flytur í okkurt bíligari, kann hetta geva tær nakrar møguleikar í pensjónslívinum, sum tú annars ikki hevur. Tú ert altíð vælkomin til eitt óbindandi prát um, hvussu ein bústaðarsøla kann ávirka tína fíggjarstøðu og tínar møguleikar. Í Skyn hava tey eisini drúgvar royndir við ráðgeving í sambandi við sølu.

Kvinnur og pensjón

Kvinnur eru ofta afturúrsigldar, tá ið tað snýr seg um pensjón.

Fá eina heildarloysn

Við NordikPensjón fært tú eina pensjón, ið hóskar til tíni ynski.

Nýggjan bústað

Hóska húsini ikki til tín tørv longur, og umhugsar tú at keypa nýtt?

Soleiðis byrjar tú

Veitst tú ikki, hvar tú skalt byrja? Les meira her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv