Vert at vita um pensjón

Hvør er munurin á arbeiðsmarknaðareftirløn og fólkapensjón, hvussu stovni eg mína pensjónssamansparing, og hvussu fái eg hana útgoldna? Nógvir eru spurningarnir og ivamálini, tá ið tað snýr seg um pensjón.

Niðanfyri hava vit savnað upplýsingar um nøkur av teimum viðurskiftum, sum gera seg galdandi.  

Hvussu stovni eg eina pensjón?

Tú gert eina avtalu við okkum um at stovna eina pensjónssamansparing. Tú fært eitt kontunummar, sum tú skalt lata tínum arbeiðsgevara at rinda pensjónina inn á.

Hjá okkum kanst tú stovna eina vanliga eftirlønarkontu ella velja at lata okkum røkta pensjónssamansparingina fyri teg. Hetta gera vit við at seta tín pening í virðisbrøv og støðugt at hava eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at samansparingin altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast. Les meira um NordikPensjón.

Havi eg eina nøktandi pensjón?
Í dag er tað vanligt, at pensjónin er ein partur av avtaluni, sum tú hevur við arbeiðsgeveran. Tað vil siga, at tú hevur avtalu um, hvussu nógva løn tú fært, og hvussu nógv prosent tú fært í pensjón. Pensjónina fært tú goldna á pensjónskontuna, samstundis sum tú fært løn goldna á lønarkontuna. Er pensjónin innbygd í setanarsáttmálan, hevur tú longu eina pensjónssamansparing.

Tað er tó vert at umhugsa, um tú fært nóg mikið burturúr samansparingini, um tú rindar nóg nógv inn á samansparingina, og um tað loysir seg betur at seta pengarnar í virðisbrøv enn at hava hann á vanligari pensjónskontu. Tað er eitt gott hugskot at bíleggja eitt prát við ein av okkara pensjónsráðgevum, so tú fært innlit í allar møguleikar, og so tú á tann hátt fært lagt bestu ætlanina fyri tína pensjón. 
Hvat hendir við pensjónini, um eg doyggi?

Um tú doyrt, fellur samansparda pensjónsupphæddin til tann tilskilaða sambært pensjónsavtaluni, um ikki onnur avtala er gjørd.

Kann eg fáa pensjónina útgoldna áðrenn tíð?
Tín pensjónssamansparing er tín persónliga ogn. Tú hevur kortini ikki ræði á henni og kanst ikki taka hana út í úrtíð. Tó so, peningur samanspardur áðrenn 2014 kann takast út áðrenn tíð, um tú ynskir tað. 
Hvat er fólkapensjón?

Fólkapensjón er mánaðarlig upphædd, sum tú kanst søkja um at fáa frá Almannaverkinum, tá ið tú verður 67 ár. Fólkapensjónin er samansett av einari grundupphædd, sum er líka fyri øll. Í 2018 er henda upphædd 3.589 kr. um mánaðin fyri støk og 2.733 kr. fyri gift. Hartil kemur ein viðbót. Fyri støk er verandi viðbót í mesta lagi 3.771 kr. um mánaðin, fyri gift 3.031 kr.

Hvat er pensjón/eftirløn

Pensjón, ella eftirløn, er ein upphædd, sum tú hevur spart saman til hjá pensjónsveitara, og sum tú fært útgoldna, tá ið tú verður 67 ár, ella tá ið fært fólkapensjón. Upphæddin veldst um, hvussu nógv tú hevur goldið inn, meðan tú hevur spart saman. Lógarásetta kravið er minst 4% í 2018, og hetta vekstur við 1% prosenti fram til 2029, tá ið øll skulu rinda 15%. Tú kanst tó, um tú vilt, hækka gjaldið skjótari longu nú.

Ofta er pensjónsgjaldið partur av tínum setanarsáttmála, t.v.s., at arbeiðsgevarin rindar eina upphædd inn á tína pensjónskontu, hvørja ferð tú fært løn goldna. Tú kanst stovna ein eftirlønarkontu hjá okkum. Les eisini meira um NordikPensjón.

Skattur
Pensjónin verður skattað við 40% við inngjald, og tað verður goldið sjálvvirkandi um skattaskipanina. Pensjónir, sum eru samanspardar áðrenn 1. januar 2012 verða tó skattaðar við útgjald.

Hvussu og nær verður samansparda pensjónin útgoldin?
Tú kanst í fyrsta lagi fáa pensjónina útgoldna, tá tú hevur rokkið pensjónsaldri, og í seinasta lagi, tá tú fært fólkapensjón goldna. Pensjónspeningur, ið er inngoldin áðrenn 2014 kann tó takast út, tá tú gerst 60 ár.

Hevur tú tína pensjónssamansparing í BankNordik, skalt tú boða okkum frá. Vit seta okkum síðani í samband við TAKS. Minst til at boða okkum frá minst tveir mánaðir frammanundan, útgjaldið skal byrja.

Hvussu verður peningurin á eftirlønarkontuni útgoldin?
Upphæddin verður útgoldin eftir einum ávísum leisti, tá tú nært fólkapensjónsaldur. Minst 45% av innistandandi skulu útgjaldast sum lívlang veiting (lívrenta), í mesta lagi 55% sum lutaútgjald í eitt tíðarskeið á minst 10 ár, og í mesta lagi 15% sum kapitalútgjald.

Tá tú nært fólkapensjónsaldur, skalt tú taka støðu til, hvussu stórur partur av kontuni skal útgjaldast sum ávikavist lívrenta, lutaútgjald,og kapitalútgjald.
Hvat er arbeiðsmarknaðareftirløn?

Arbeiðsmarknaðareftirløn er ein mánaðarlig upphædd, sum tú fært frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, tá ið tú verður 67 ár. Tú fært 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt ár, sum tú hevur búð í Føroyum, meðan tú vart millum 15 og 67 ár. Tú skalt í minsta lagi hava búð í Føroyum í 3 ár. Í 2018 er full arbeiðsmarknaðareftirløn 4.145 kr. um mánaðin. Útgjaldið verður skattað sum vanlig A-inntøka.

Kvinnur og pensjón

Kvinnur eru ofta afturúrsigldar, tá ið tað snýr seg um pensjón.

Fá eina heildarloysn

Við NordikPensjón fært tú eina pensjón, ið hóskar til tíni ynski.

Keypa nýggjan bústað

Hóska húsini ikki til tín tørv longur, og umhugsar tú at keypa nýtt?

Ráð til at ferðast

Góð ráð til tað fíggjarliga, tá ið dreymaferðin skal verða veruleiki.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv