Landingsíða: nýggj yvirskrift setast inn

Bústaðarlánið er tann størsta mánaðarliga útreiðslan hjá teimum flestu, ið eiga egnan bústað. Lánið hevur sostatt stóra ávirkan á tíni yvirskipaðu peningaligu viðurskifti og á gerandisdagin. Tí mæla vit tær til at endurskoða tíni lánsviðurskifti av og á.

Hvussu ávirkar tað teg, um rentan hækkar?

Í løtuni er rentan sera lág, og tað merkir, at tað er bíligari at taka eitt bústaðarlán nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani. Rentan kann tó hækka, og tá fer tað at ávirka tey, ið hava bústaðarlán við skiftandi rentu.

Tí eigur tú at umhugsa, hvørt tú hevur rætta lánið, og um tú hevur ráð til, at rentan - og harvið lánsgjaldið - hækkar. Um tú leggur lánið um nú, kanst tú møguliga spara pening, og um tú velur at fáa tær fasta rentu, nú meðan rentan er lág, hevur tú eina trygga rentu tey næstu 20 árini.



Hvussu nógv kanst tú keypa fyri?

Royn okkara roknara, ið kann geva tær eina ábending um tínar møguleikar.

Tosa við okkum

Tosa við okkum tíðliga í tilgongdini, so vit kunnu hjálpa tær at røkka tínum máli. Vit hava drúgvar royndir við at ráðgeva øðrum í somu støðu og kunnu tí skjótt hjálpa við at geva tær eitt yvirlit yvir tínar møguleikar.

Sama um tað er fyrstu, aðru ella triðju ferð, tú ætlar at keypa ein bústað, so er nógv at hugsa um og taka støðu til. Ofta er talan um eina langa tilgongd, og nógv viðurskiftið eru, sum skulu umhugsast.

--------

Møguleikarnir eru nógvir, og tí kann tað eisini vera trupult at avgera, hvør rætta loysnin til júst tína støði er. Um tú tosar við okkum, kunnu vit hjálpa og ráðgeva tær, so tú fært tikið røttu avgerðina.

Vit lova tær, at tú hevur fingið uppaftur betri innlit í tíni lánsviðurskifti, tá ið tú hevur tosað við okkum.


Góð ráð, tá tú skalt keypa fyrstu ferð

Les meira um, hvat tú serliga skalt hugsa um.

Lán til bústaðin

Hjá okkum kanst tú velja millum fleiri ymiskar lánsmøguleikar.

Keypa bústað í Danmark?

Vit kenna danska bústaðarmarknaðin og kunnu ráðgeva tær.

Umvæla bústað

Les meira um, hvat tú skalt hugsa um.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv