Umvæla bústaðin

Áðrenn tú byrjar

Hvussu nógv skal gerast, er tíðin til umvælingina væl vald, og fer tað at løna seg? Ætlar tú tær at umvæla ella umbyggja, eru nógv viðurskifti, sum eru verd at hava í huga, áðrenn tú fert í holt við arbeiðið.

Lønar tað seg?

Hóast tú ikki hevur ítøkiligar ætlanir um at selja bústaðin, er tað umráðandi, at íløgan hongur saman fíggjarliga. Tað vil siga, at tú fært pengarnar aftur, um tú velur at selja í framtíðini?

Orkumeting

Tað kann vera skilagott at fáa eina orkumeting av húsunum. Á tann hátt fært tú eina greiðari mynd av, hvussu nógva orku húsini brúka. Harvið fært tú eina góða mynd av, hvørjar umvælingar eru neyðugar, og hvussu tú best kanst raðfesta tær.

Heildarloysn

Um húsini hava tørv á fleiri ymiskum ábótum, ja kanska eini heildarumvæling, so er tað vert at umhugsa at gera alt um eina leið. Á tann hátt verður tað sannlíkt bíligari samanlagt, enn um tú tekur umvælingina í nógvum stigum yvir tíð. Eisini kanst tú á tann hátt avmarka tíðarskeiðið, ið tú skalt liva við byggióruddi.

Hvussu við fígging

Tað er umráðandi, at tú fært tey fíggjarligu viðurskiftini í rættlag, áðrenn tú fert í gongd. Tí mæla vit tær til at tosa við okkum so tíðliga í tilgongdini sum gjørligt. So veitst tú, júst hvat tú hevur ráð til, og hvat tú møguliga mást útseta. Er talan um orkusparandi tiltøk ella umhvørvisvinarligar ábøtur, sum t.d. nýggj vindeygu, tekju ella nýggja orkuskipan, kann tað loysa seg at kanna møguleikan fyri at fáa Orkulán við lagaligari rentu. 

Er tíðin væl vald?

Áðrenn tú kemur alt ov langt í fyrireikingunum, mæla vit tær til at hugsa um, hvørt tíðin til umvælingina er væl vald. Er tað nú, tú hevur umstøður og orku til at umvæla ella byggja um? Tað kann vera rættiliga avbjóðandi at fara undir slíkt stórt og krevjandi arbeiði - kanska serliga, um tú hevur smá børn, og um tú ætlar at gera arbeiðið sjálv/ur.

Flyta í staðin?

Tað kann væl vera, at umbyggingin er júst tað rætta fyri teg og tína støðu. Tó kann tað vera skilagott at hugsa um, hvørt tað lønar seg betur at selja verandi bústað og keypa ein nýggjan, sum hóskar til tín tørv. 

Hugsa um hetta áðrenn fundin í bankanum

  • Hevur tú aðrar ætlanir, sum tørva fígging? Umhugsar tú eitt nú at keypa bil, summarhús ella annað? Hav hetta við í huganum.
  • Hvussu er tíðarætlanin fyri byggingina? Hugsa um, nær arbeiðið byrjar, nær rokningarnar skulu gjaldast, og nær tú væntar, at alt verður liðugt.
  • Hvussu nógvan pening skalt tú brúka? Fá t.d. ein handverkara at geva tær eitt tilboð uppá umvælingina.

Les meira

Fígging 

Hvussu skalt tú læna til umvælingina?

Hvat kostar tað?

Royn okkara roknara og fá eina ábending um, hvat tú hevur ráð til.

Føroyskir pengar kontant

Samansparing

Við einari miðvísari samansparing verður tað lættari at røkka málinum.

Orkusparandi ábøtur

Ábøtur, ið gera bústaðin betri og orkurokningina minni.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv