Orkusparandi ábøtur

Eru húsini ov illa bjálvað og vindeyguni ótøtt, kann tað hava stóran orkumiss við sær. Tú fært ikki fullan ágóða av orkuni, sum tú rindar fyri. Tí er ofta nógvur peningur at spara, um orkuvinarligar ábøtur verða gjørdar á eldri sethús. Í summum førum kann orkunýtslan minkast við eini 40-50%.

Um tú bjálvar húsini og skiftir vindeyguni fært tú sostatt eini betri og fjálgari hús, samstundis sum orkunýtslan og hitarokningin minka.

Lán til orkusparandi ábøtur

Hevur tú ætlanir um at gera orkusparandi og umhvørvisvinarligar ábøtur á bústaðin, kanst tú taka eitt Orkulán við serliga lagaligari rentu. Orkulán kann brúkast til bjálving, nýggj vindeygu, tekju, klædning og alternativa orkuskipan.

Fyrimunir

Tað eru fleiri góðar orsøkir til at gera orkuvinarligar ábøtur á bústaðin.

  • Húsini verða fjálg og heit
  • Oljurokningin minkar
  • Eini orkuvinarlig hús eru lættari at selja

Soleiðis kanst tú spara orku

Tað er ein rúgva, ið tú kanst gera fyri at spara orku og fáa betri inniluft í bústaðnum. 

Bjálva gólv og loft

Um tú ikki ætlar at taka veggjaplátur niður ella høvuðsumvæla húsini, men fegin vilt minka um hitamissin, kanst tú bjálva uppundir gólvini í kjallaranum og á ovasta lofti. Við bjálvingini minkar tú um hitamissin og hitarokningina.

Brúka termostatar

Um tú brúkar termostatar, tryggjar tú tær, at tú ikki brúkar óneyðuga orku. Termostaturin ger, at tú kanst hava ein javnan hita í húsunum. Hitnar rúmið, letur termostaturin aftur, meðan hann letur upp fyri meira hita, um rúmið kólnar. Hetta er ein góður máti at tryggja ein javnan hita í húsunum, samstundis sum tað er gott fyri hitarokningina.

Bjálva veggir

Sera nógvur hiti fer út gjøgnum útveggir, tí kann tað loysa seg væl at bjálva veggirnar av nýggjum. Tað eru fleiri ymiskir mátar at gera hetta. Vit mæla tær til at tosa við fakfólk hesum viðvíkjandi. 

Bjálva hitarør

Hevur tú sjónlig hita- og vatnrør, kanst tú bjálva tey og minka um hitamissin. Bjálving av rørum er ofta lætt og bíligt. Spyr teg fyri í byggibúðum ella spyr fakfólk um góð ráð.

Lágorkuvindeygu

Rútar við einum lagi og termorútar bjálva ikki eins væl og tey nýggju orkuvindeyguni. Um tíni vindeygu eru gomul, loysir tað seg sannlíkt at skifta tey út.

Lufta út

Fyri at hava góða inniluft er tað sera umráðandi at lufta út. Samstundis eigur útluftingin ikki at føra ov nógvan hitamiss við sær. Tí er ikki so snilt at lata hurðar og vindeygu standa opin ov leingi, um tað er kalt úti - lat heldur fleiri vindeygu upp í einar 5-10 minuttir nakrar ferðir um dagin, so verður luftað væl út.

Hitamynd

Ein hitamynd kann avdúka kuldabrýr í húsunum, har hitin kann leka út. Tað kann hava sera stóra ávirkan at tetta slíkar lekar. Um tú bíleggur eina hitamynd av húsunum, fært tú eitt gott útgangsstøði fyri at byrja umvælingararbeiðið, har tað gevur tær eina peningaliga sparing og eini fjálgari hús.

Skift orkuskipan

Er oljufýrurin gamal, kann tað ofta loysa seg at skifta hann út, tí nýggir oljufýrar og aðrar hitakeldur eru nógv munadyggari. Er fjarhiti ein møguleiki, har tú býrt, kann tað eisini viðmælast, tí tað er umhvørvisvinarligt umframt lætt og bíligt at halda. Aðrir møguleikar eru jarðhiti ella hitapumpa.

Skrúva niður

Ein lættur máti at spara orku er við at stýra hitanum. Um tú minkar hitan inni í húsunum við einum stigi, kanst tú spara upp í 5% á hitarokningini. 

Fígging 

Hvussu skalt tú læna til umvælingina?

Hvat kostar tað?

Royn okkara roknara og fá eina ábending um, hvat tú hevur ráð til.

Grønt bústaðarlán

Lánið er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku.

Keypa bústað

Tað er ikki altíð, at tað loysir seg at gera víðfevndar umvælingar á bústaðin.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv