Keypa bústað í Danmark

Nógvir føroyingar keypa sær summarhús ella gera íløgu í eina íbúð, tá ið børnini fara til Danmarkar í lestrarørindum. Tað kann tó tykjast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum.

Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, er nógv at hugsa um og taka støðu til. 

Danski bústaðarmarknaðurin

Keypstilgongdin er ein onnur í Danmark enn í Føroyum. T.d. gera onnur viðurskifti gera seg galdandi í mun til fígging, skatt, skeyti og yvirtøku. Eisini eru fíggingarmøguleikarnir skrúvaðir øðrvísi saman í Danmark, og tað eru fleiri møguleikar fyri samanseting av lánum.   

Keypa íbúð til børnini?

Á donsku heimasíðu okkara ber til at lesa meira um foreldrakeyp. 

Vit hava royndirnar og vitanina

Í BankNordik hava vit tann fyrimun, fram um aðrar føroyskar peningastovnar, at vit kenna tann danska bústaðarmarknaðin.

Vit hava 15 deildir í Danmark, og okkara ráðgevar veita dagliga ráðgeving í sambandi við bústaðarkeyp – eisini til føroyingar. Vit samstarva dagliga við grannskoðarar og løgfrøðingar, ið hava servitan um bústaðarkeyp, og vit ráðgeva kundum okkara um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið íløga verður gjørd í ein bústað í Danmark.

Byggikredittur

Fíggja tína bygging ella umbygging við kappingarførari rentu.

Realkreditt fígging

Fá eitt realkredittlán við fastari ella skiftandi rentu og gjøgnumskygdum prísum.

Góð ráð til bústaðarkeypið

Til tín, ið kanska skalt keypa bústað fyrstu ferð.

Par med to børn

Fyrimunaskipan

Nordik360

Les meira um okkara fyrimunaskipan.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv