Søla ella umvæling

Umhugsar tú at selja orsakað av plásstroti? Ella er tað møguliga okkurt annað við húsunum, sum ikki livir upp til tín tørv ella tíni ynski? Í fleiri førum kann ein umvæling ella umbygging av verandi bústaði vera besta loysnin. Í tí sambandi eru ymisk viðurskifti, ið eru verd at hava í huga.

Um tú velur at umvæla

  • Tú sparir tær útreiðslur, sum høvdu verið av sølu, flyting og møguligum bústaðarkeypi.

  • Tú sleppur undan at flyta úr grannalagnum og møguliga skifta skúla og dagstovn.

  • Tað er umráðandi, at tú kannar, um íløgan hongur saman fíggjarliga - t.d. um tú væntar at vinna peningin inn aftur, um tú einaferð ætlar at selja. Fleiri viðurskifti gera seg galdandi í hesum sambandi; eitt nú, hvar bústaðurin er, og sjálvandi eisini, hvussu stórar útreiðslurnar av umvælingini eru.

  • Ger tær greitt, um tú hevur umstøður til at fara undir eitt stórt umvælingararbeiði. Ein heildarumvæling kann vera sera avbjóðandi, um tú hevur smá børn - serliga um tú ætlar at gera arbeiðið sjálv/ur.


Í staðin fyri at selja

Umbygging og umvæling

Møguliga er tað vert at umhugsa eina umvæling ella umbygging av verandi húsum. Her fært tú góð ráð, kunning um fígging og orkusparandi tiltøk.

Les meira

Bústaðarsølan stig fyri stig

Fá meira at vita um sølutilgongdina.

Ognarmeklari kann vera ein góð íløga

Fá meira at vita um, hvussu Skyn kann hjálpa tær við søluni.

Orkulán

Til tín, ið hevur ætlanir um at gera orkusparandi og umhvørvisvinarligar ábøtur.

Tá ið sølan er framd

Hvat skalt tú tá hugsa um?

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv