Eiga ella leiga?

Annaðhvørt tú skalt leiga ella keypa ein nýggjan bústað, so er umráðandi at gera sær greitt, hvørjir fyrimunir og vansar eru við báðum.

Fyrimunir og vansar við at eiga

Tá ið tú keypir fastogn, gert tú eina íløgu, sum samstundis er ein samansparing. Tú kanst selja bústaðin aftur við møguleika fyri vinningi, og tú kanst brúka bústaðin sum trygd, um tú hevur tørv á at taka lán til t.d. nýggjan bil. Eisini fært tú rentufrádrátt av upphæddini, sum tú lænir í bankanum. Alt hetta eru fyrimunir, sum tú ikki fært, um tú leigar.

 

Bústaðurin skal haldast

Við keypi av fastogn fylgja eisini útreiðslur til viðlíkahald og umvælingar, og tí er tað vert at hava í huga, at um tú eigur sethús ella íbúð, so er neyðugt at seta pengar av til ábøtur v.m.

Tað kann avgjørt vera ein góð íløga at keypa ein bústað og harvið seta føtur undir egið borð. Tó kann tað koma fyri, at ognin missir virði, og hetta kann gerast ein trupulleiki, um tað av onkrari orsøk verður neyðugt at selja í ótíð og fyri ein lægri prís enn ætlað. Eisini er vert at hugsa um, at útreiðslur aloftast eru knýttar at bæði keypi og sølu av bústaði, t.d. til ognarmeklara ella advokat.

Tosa við okkum í góðari tíð

Tað er skilagott at fáa ráðgeving frá bankanum tíðliga í tilgondini, um tú umhugsar at keypa. Á tann hátt fært tú beinanvegin at vita, hvat pengarnir røkka til, og hvørjar møguleikar tú hevur. Hevur tú eginfígging, t.v.s. eina samansparing, gerst samlaða bústaðarlánið minni. Les meira um bústaðarfígging her.

Ætlar tú at keypa?

Vit eru altíð til reiðar at svara spurningum og ráðgeva.

Skriva til okkara

Fyrimunir og vansar við at leiga

Býrt tú til leigu, sleppur tú aloftast undan at taka lán, og tú sleppur eisini undan yvirskipaðu ábyrgdini av tí viðlíkahaldi og teimum ábótum, sum eini hús ella ein íbúð við jøvnum millumbilum hevur tørv á. Ein leigubústaður kann vera ein sera góð loysn, um tú vilt hava møguleikan at kunna flyta út uttan at hugsa um t.d. at skula selja bústaðin. Bara tú heldur treytirnar í leigusáttmálanum, so kann leigutilveran vera ein rættiliga ekkaleysur bústaðarháttur.  

Kann gerast dýrt

Vansin við at búgva til leigu er eyðsæð, at tú ikki hevur fullan ræðisrætt á bústaðnum, at leigan kann hækka, og útleigarin kann uppsiga leigusáttmálan. Tað er sostatt ikki altíð so trygt at búgva til leigu. Tú rindar leigu uttan at spara upp í bústaðnum, og tað kann gerast dýrt, um tú ikki hevur ein støðugan leigusáttmála, men verður noydd/ur at flyta ofta. Á tann hátt kunnu útreiðslur til flyting og depositum gerast dýrar. 

Spar saman

Um tú býrt til leigu, men við tíðini ynskir at keypa egnan bústað, er tað ein stórur fyrimunur, um tað eisini ber til hjá tær at spara saman til eginfígging. Hetta ger tað lættari at taka eitt bústaðarlán í framtíðini. 

Hvussu nógv kanst tú keypa fyri?

Royn okkara roknara og fá eina hóming av, hvat tú hevur ráð til.

Føroyskir pengar kontant

Spar saman

Býrt tú til leigu, men ynskir at keypa, er tað skilagott at spara saman.

Lán til bústaðin

Les meira um teir ymisku lánsmøguleikarnir, sum eru.

Keypa bústað í Danmark?

Vit kenna danska bústaðarmarknaðin og kunnu ráðgeva tær.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv