Tosa við barnið um pengar

At eiga børn er ein stór gáva og samstundis ein stór ábyrgd. Øll foreldur vilja helst geva næsta ættarliðnum so góðar fortreytir sum gjørligt, og her eru góðir pengavanar eisini sera týðandi. Børn elta ofta slóðina hjá foreldrunum - eisini tá tað snýr seg um pengavanar. Prátið og atburðurin hjá teimum vaksnu hevur nevniliga stóra ávirkan á børnini.

Foreldur eru fyrimyndir

Flestøll vita, at børn eru sera forvitin og ofta leita sær ráð hjá foreldrunum. Áhugin fyri pengum byrjar longu, meðan børnini enn eru smá, og tá er tað ein gyltur møguleiki at leggja skynsamar pengavanar í børnini. Tað er tí sera umráðandi at tosa við børn um pengar, nýtslu, og hvat ymiskt kostar. 

Gjaldskort til børn og ung 

So hvørt sum barnið mennist og gerst eldri, veksur tørvurin á og ynskið um at fáa ræðið á egnum pengum eisini. Í BankNordik bjóða vit gjaldskort til ung úr 10 ára aldri. Mastercard Debit Standard kann brúkast í handlum í Føroyum og uttanlands.

Les meira

Við til handils

Í gerandisdegnum eru aloftast nógvar støður, ið geva tær eitt gylt høvi til at práta við barnið um pengar og nýtslu. Fert tú t.d. til handils, og hevur barnið við tær, kunnu tit eitt nú tosa um, hví ein vøra kostar meira enn ein onnur, ella hví tit leita eftir einum góðum tilboði fyri at spara pengar.

Lummapengar

Hevur tú eitt barn í skúlaaldri, kunnu tit tosa um, hvussu tað ber til at spara saman til ymiskt, sum barnið ynskir sær. So hvørt sum barnið veksur, kann tað í størri mun fáa fíggjarliga ábyrgd, m.a. við lummapengum. Um barnið fær eina fasta upphædd hvørja viku ella hvønn mánað, kann tað læra at halda skil á nýtsluni og at spara saman.

Tannáringar og arbeiði

Tá barnið verður 13 ár og tannáringur kann tað byrja at arbeiða og harvið vinna sær egnar lummapengar. Um tú lærir barnið at leggja uml. 10% av inntøkuni til viks hvønn mánað - í staðin fyri at brúka alt - økir tú møguleikan fyri, at barnið fær eina framtíð við størri fíggjarligum rásarúmi.

Tað kann vera stuttligt at spara saman – serliga tá barnið upplivir ágóðan av samansparingini og kanska kann keypa sær súkkluna ella rennifjølina, ið tað hevur spart saman til í rúma tíð. Við okkara roknara niðanfyri kanst tú saman við barninum finna fram til, hvussu nógvir pengar skulu leggjast til viks hvønn mánað. 

Føroyskir pengar kontant

Góð ráð um børn og pengar

Her finnur tú góð ráð um børn og pengar.

Spar saman til barnið

Tað er umráðandi í góðari tíð at fara í holt við at spara saman til barnið.

Tre teenagere og en mobil

NordikUng 

Ókeypis gjaldskort, ókeypis Netbanki, persónligur ráðgevi og aðrir fyrimunir til tannáringar.

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Lærukort frá Vitusi gera tað stuttligari og lættari at læra at rokna, falda, skriva, stava og at læra um veður og vind.

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv