Vælkomin í Ungdómsbankan

Ímynda tær ein banka, sum er har, tá tú hevur brúk fyri honum. Sum er á, tá tú ert á. Har tín ráðgevi ikki er 30 ár eldri enn tú, men skilur teg og tína støðu. Hetta er Ungdómsbankin.

Í Ungdómsbankanum taka vit støði í tær millum 18-28 ár. Ungdómsbankin er snikkaður júst til tín sum ungan kunda, so at vit kunnu møta tær har, tú ert, og tá ið tú hevur tørv á okkum.

Óansæð um tú skalt flyta heimanífrá, ert lesandi, í læru ella hevur starv, so eru vit í Ungdómsbankanum til reiðar at vegleiða tær við støði í júst tínari støðu.

Netfundir - óansæð tíð og stað

Í Ungdómsbankanum bjóða vit netfundir, so at tú ikki longur nýtist at brúka tíð uppá at koma inn í bankan, men kanst møta okkum óansæð tíð og stað. Hetta merkir, at tú kanst sita heima í sofuni við einum góðum kaffimunni og fáa ráðgeving á tíni fartelefon, teldli ella teldu. Tú kanst sjálvandi eisini altíð ringja, senda okkum sms ella teldubræv.

Meira enn ein banki

Vit ynskja at kveikja tína væntan til bankar við at vera meira enn ein banki. Vit ynskja ikki at avmarka okkum til bankavirksemi, men vilja hjálpa tær har, vit hava møguleika, og har, vit kunnu gera mun. Tí skipa vit fyri tiltøkum, ið hava til endamáls at geva tær gleði, kunnleika og at gera gerandisdagin lættari og eitt sindur stuttligari, soleiðis at tú kanst brúka orkuna uppá tað, ið hevur týdning fyri teg.

Vit ynskja eisini at hoyra frá tær, at hoyra tína meining og at sleppa at vegleiða teg. Lat okkum verða tínar veingir og fylgja tær á tíni leið. Lat okkum gera tað, vit eru her til – at hjálpa tær. Vit eru errin, um tú velur okkum, tí vit velja teg.

NordikSolo

Við NordikSolo fært tú hópin av fyrimunum, avsláttri og bestu fíggjarligu treytirnar. 

  • Vælkomugáva - 2x atgongumerki til Havnar Bio við poppkorn-menu
  • Fastan persónligan ráðgeva
  • Ókeypis Visa/Dankort (eisini við egnum sniði) og ókeypis Mastercard Debit Standard
  • Ókeypis at stovna lán og kreditt upp í 50.000 kr.
  • 20% í avsláttri á familju-, vanlukku- og ferðatrygd
  • ... og mangt annað.

Hevur tú skil
á tínum pengum?

Tá tú ert ung/ur, hevur tú ofta nógv annað at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti. Tí hava vit samlað nøkur góð ráð til tín, soleiðis at tú kanst brúka orkuna til tað, ið hevur týdning fyri teg. 

Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað spennandi at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti. Tí hava vit 5 góð ráð til tínar pengar.

Útisetar

Vit hjálpa tær í útlegd - bæði áðrenn tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Legg tína fyrstu fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan er eitt hent amboð til at geva samlaðu myndina av tínum pengum.

Í Ungdóms-bankanum hava vit altíð tíð til tín

Samband við okkum

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

230 555

Send okkum boð