Summar og fjakking

Skal tú ferðast í summar? Ella ætlar tú tær at fjakka? Hvussu við sjálvbodnum arbeiði úti í heimi?

So er tað akkurát tær, vit leita eftir.

Hóskvøldið 16. mai kl.19.00 skipar Ó saman við BankNordik fyri ókeypis tiltakinum “Summar og fjakking”, har tú fær nærri kunning um ferða- og fjakkingarmøguleikar.

Vit fáa vitjan av fjakkarum, sum greiða frá upplivingum, hvussu tað var at fjakka, og hvat er neyðugt at hugsa um, áðrenn tú fert avstað.

At ferðast er at liva, segði H.C. Andersen, men ferðin kann fáa bráðan enda, um tú missir myndatólið, ella um eingin tekur ímóti tínum visakorti. Tí koma Trygd og BankNordik at greiða frá, hvussu tú kemur best og tryggast í gjøgnum summarið og fjakkingina.

Sum rosinan í pylsuendanum forkela vit teg við tónleiki, mati og frískum drykki - ókeypis!

Skráin kemur seinni.

Seinast luttóku ikki færri enn 125 ungdómar, og vænta vit, at undirtøkan í ár verður eins, um ikki betri, enn seinast.

So tú skal vera so hjartaliga vælkomin í BankNordik høvuðssætið hóskvøldið 16. mai kl.19.00. Tak endiliga vinfólkini við. Tiltakið er ókeypis.

Síggjast!


Ungdómsbankin

Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað spennandi at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti. Tí hava vit 5 góð ráð til tínar pengar.

Útisetar

Vit hjálpa tær í útlegd - bæði áðrenn tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Legg tína fyrstu fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan er eitt hent amboð til at geva samlaðu myndina av tínum pengum.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

23 05 55

Send okkum teldubræv