Flyta saman

Tá ið tit hava valt at flyta saman, byrja tit eina nýggja tilveru saman. Tit skulu nú hava ein gerandisdag til at hanga saman og finna út av, hvussu tit ynskja at skipa tykkara felags pengaviðurskifti. Hetta er ein spennandi tíð við nógvum møguleikum, men eisini við nógvum nýggjum avbjóðingum. Tí er tað eitt gott hugskot at tosa um tykkara felags pengaviðurskifti og framtíðardreymar. 

Valið er tykkara, men tað ávirkar eisini pengastøðuna, og tí hava vit savnað nøkur góð ráð, ið kunnu geva tykkum íblástur.

 

#1 Tosið um pengaviðurskiftini

Tað er ein stórur fyrimunur, um tit tosa um pengaligu viðurskiftini og tykkara ætlanir fyri framtíðina, áðrenn tit flyta saman. Á tann hátt avmarka tit tær misskiljingar og ósemjur, sum hetta evnið kann hava við sær.

Ymiskir hættir at stýra pengunum

  • Bæði rinda til felags útreiðslurnar - tó flytur viðkomandi, ið fær hægri inntøku, eina størri upphædd til felags konturnar hvønn mánað. Bæði hava sostatt eisini ein part av inntøkuni til egna nýtslu.
  • Allir pengar hjá báðum fara á somu kontu, sum bæði síðani brúka av til allar útreiðslur.
  • Bæði gjalda helvtina av øllum felags útreiðslum og gjalda somu upphædd á eina fíggjarkontu, haðani allar fastar útreiðslur verða goldnar. Harumframt ber til at hava eina felags nýtslukontu til mat og aðrar húsarhaldsútreiðslur. Bæði flyta somu mánaðarligu upphædd á kontuna, sum bæði eisini kunnu hava gjaldskort til og brúka til innkeyp. Restina av inntøkuni, sum ikki fer til felags útreiðslur, kann tann einstaki ráða yvir.

#2 Leggið eina fíggjarætlan
Ein fíggjarætlan er eitt hent amboð til at geva yvirlit og til at stýra felags útreiðslum og nýtslu. Við eini fíggjarætlan kunnu tit gera tykkara ynski fyri framtíðina meira ítøkilig við at seta pening av hvønn mánað, t.d. til bústað, bil, upplivingar, uttanlandsferðir o.s.fr. 

Umframt at leggja eina fíggjarætlan, kunnu tit gera gerandisdagin enn lættari við at stovna eina nýtslukontu (leinki til frágreiðing) og melda tær føstu útreiðslurnar til GjaldsSkipanina. Soleiðis sleppa tit nevnliga undan at fáa óvæntaðar rokningar síðst í mánaðinum.

 

#3 Skuld

Um annar tykkara ella bæði hava skuld, mugu tit hugsa um, hvussu hetta ávirkar felags fíggjarstøðuna hjá tykkum. Annaðhvørt tit velja at vera felags um at rinda skuldina aftur, ella tit gera tað hvør sær, so hevur skuldin ávirkan á tykkara fíggjarstøðu og tykkara møguleikar fyri at taka nýtt lán til t.d. hús ella bil. Vit mæla tykkum til at leggja eina ætlan fyri, hvussu skuldin kann rindast aftur.

 

#4 Bústaðarstøða

Tað eru ymisk sløg av bústaðarmøguleikum. Tí er tað ymiskt, hvat tit skulu hugsa um í teimum ymisku støðunum.

  • Eigarar - bert tann eini bústaðin
    Eru tit ógift og bert navnið á øðrum tykkara stendur á keypsavtaluni ella skeytinum, er ongin felagsogn. Hetta merkir, at hvørki bústaðurin ella frívirðið er felags, og at eigarin til eina og hvørja tíð kann tvinga hin partin til at flyta. Her mæla vit tykkum til at tryggja hin partin við antin at gerast samognari av bústaðnum ella gera eina skrivliga avtalu um eina rímiliga uppsagnarfreist og eina møguliga endurgjaldsupphædd, ið svarar til ein prosentpart av tí frívirði, ið er samanspart, meðan hin parturin hevur búð í bústaðnum og lagt til rakstrarkostnaðin og møguliga eisini lánið. Her eru nógvar ymiskar støður, ið spæla inn, t.d. hvussu leingi, tit hava verið saman.

  • Eigarar - bæði eiga bústaðin
    Eru tit ógift og keypa ein bústað saman, viðmæla vit tykkum at gera eitt testamenti, har tit skrivliga avtala nágreiniligar reglur um hvat og hvussu, skuldi ósemja komið í. Hetta kann millum annað vera fíggjarligt krav til hvønn annan (um tann eini t.d. rindar meira í innskotið ella í lánið enn hin), uppsagnarfreistir, møguleika fyri at keypa annan partin út ella rættindi ísv. deyða. Vit viðmæla tykkum at tosa við Skyn um løgfrøðiligu møguleikarnar í júst tykkara føri. Eisini er møguligt at fáa ein advokat til at gera testamentið. 

  • Leigarar
    Tað er týdningarmikið, at tit bæði hava navnið á leigusáttmálanum, so at tit hava somu skyldur og rættindi í sambandi við leigumálið. Tá ið tit yvirtaka bústaðin, skulu tit gera ein lista við feilum og manglum seinast 14 dagar eftir, at tit eru flutt inn, sum verður undirskrivaður av bæði útleigara og leigara. Á hendan hátt tryggja tit at fáa so nógv av innskotinum aftur, sum gjørligt, tá ið tit flyta frá bústaðnum aftur.


Eisini er tað umráðandi, at tit fáa ein galdandi leigusáttmála við krøvum og treytum, ið eru galdandi í leigutíðarskeiðnum, og at tit lesa sáttmálan gjølla, áðrenn tit skriva undir.

Tað finst ikki ein røtt loysn, ið hóskar til øll, tí vit eru øll ymisk. Tosið við okkum um at finna røttu loysnina, ið hóskar til tykkum og tykkara tørv, og latið okkum hjálpa tykkum við at tryggja hvønn annan, tá ið tit flyta saman.

 

#5 Sparið saman

Setið pening til síðis í fíggjarætlanini til feriur, upplivingar og gávur. Soleiðis hava tit altíð nokk av pengum – eisini tá ið óvæntaðar útreiðslur koma. Nýtið samansparingartólið til at finna út av, hvussu nógv, tit kunnu leggja til síðis.  

                                                                                                    

Ungdómsbankin

Ungdómsbankin er snikkaður til tín millum 18-28 ár. 

Bústaðarmøguleikar

Tað eru fyrimunir og vansar við ymsu bústaðarmøguleikunum.

Keypa bústað

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og  sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV). 

BankNordik Ungdómsbakin

Ungdómsbankin

Tørvar tær hjálp ísv. flytingina?

23 05 55

Send okkum teldubræv