Studningur

Ert tú lesandi í Føroyum, fært tú óivað longu studning frá Studna – annars kanst tú søkja um studning her.

Studningurin er ymiskur alt eftir, hvørja útbúgving tú tekur, um tú ert undir ella yvir 18 ár, og um tú býrt heima hjá foreldrunum ella hevur egnan bústað.

  • Bókastudningur verður latin lesandi, ið eru undir 18 ár, tá stuðulsárið byrjar. Bókastudningurin er 3.642 kr. og verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Um hevur egnan bústað, ert foreldur ella gift/ur, hevur tú møguleika at fáa vistarhaldsstudning, sum er 2.544 kr. um mánaðin. Les meira her.

  • Lesandi á miðnámi
    Ert tú 18 ár og gongur á miðnámi, fært tú studning til livikostnað, sum er 1.838 kr., um tú býrt heima hjá foreldrunum, og 3.815 kr. um mánaðin, um tú hevur egnan bústað eller ert forsyrgjari. Les meira um studning til livikostnað her.

  • Lesandi á hægri útbúgvingum
    Øll lesandi á hægri útbúgvingum ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa 4.315 kr. í studningi um mánaðin. Harafturat ber til at søkja Studna um lestrarlán, sum er 2.419 kr. um mánaðin.

  • Lesandi við børnum
    Barnastudningurin verður veittur lesandi, ið hava forsyrgaraskyldu av børnum, ið eru undir 18 ár. Barnastudningurin er 1.000 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið.

  • Barnsburðarfarloyvi
    Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin er tann sami, sum tú fekst áðrenn, og verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir (eitt stuðulsár) fyri hvønn barnsburð. Eisini fært tú barnastudningin, ið er 1.000 kr., afturat í farloyvinum. Tú skalt búgva saman við barninum fyri at fáa farloyvisstudningin, og bæði foreldrini kunnu ikki fáa farloyvisstudningin úr skipanini samstundis. Les meira um barnsburðarfarloyvisstudning her.

Ferðastudningur
Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Studna, og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um Ferðastudning innanoyggja. Hetta er ein serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla ókeypis. Fyri at fáa ferðastudningin skalt tú søkja umvegis heimasíðuna hjá SSL. Tað kanst tú gera her.

GG! Ferðastudningurin verður kallaður "skúlakort" á ssl.fo. 

Studningur og lestrarstarv

Tú kanst í miðal tjena upp í 20.000 kr. við síðuna av lesnaðinum, uttan at tað ávirkar tín studning.

Ungdómsbankin

Ungdómsbankin er til tín millum 18-28 ár. Lat okkum hjálpa tær við øllum tí turra og praktiska.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær gott út á tínum lívsrensli.

Flyta heimanífrá

Góð ráð til tín, ið flytur heimanífrá.

Ferðast

Góð ráð til tín, ið skalt út at uppliva heimin.

BankNordik Ungdómsbankin

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

23 05 55

Send okkum teldubræv