Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp til at fáa endarnar til at røkka saman, og tað sær gott út á tínum lívrensli (CV). Eitt lestrarstarv kann nevnliga hava stóra ávirkan á tína framtíðar yrkisleið, av tí at tú fært møguleikan at royna teg í arbeiðslívinum og økja títt netverk, ið kann hava avgerandi týdning, tá ið tú skalt finna títt fyrsta starv eftir lokna útbúgving.

 

Lestrarstarv og studningur

Hevur tú eitt lestrarstarv við síðuna av lesnaðinum, kanst tú í miðal tjena upp í 20.000 kr. um mánaðin, uttan at tað ávirkar tín studning.
Tjenar tú meira enn 20.000 kr. um mánaðin, verður lestrarstuðulin inntøkujavnaður. Les meira.

Góð ráð til umsóknina

Nógv hava trupult við at skriva eina góða umsókn og eitt gott lívsrensl (CV), tí hava vit sett nøkur góð ráð saman, sum kunnu hjálpa tær á veg. 

Legg tína fyrstu fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan er eitt hent amboð til at geva samlaðu myndina av tínum pengum.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

230 555

Send okkum boð